* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Aðalfundur hjá Antares: Dánjal Jákup afturvaldur til formann

Áhugafelagið Antares hevði aðalfund 7. Mars. Hetta var tíðin, tá korona av álvara fór at gera um seg um okkara leiðir, og tað er ivaleyst ein av grundunum til, at frágreiðingin frá fundinum og formansfrágreiðingin nústani kemur.

 

Av tí at ov fáir limir møttu til aðalfundin fyri at hann kundi vera viðtøkuførur, varð eykaaðalfundur lýstur beinanvegin. Og síðan varð fundurin avgreiddur sambært skránni hjá felagnum:

 

1) Val av fundarstjóra:

 

Dánjal Jákup Meinertsson varð valdur.

 

2) Formaðurin greiddi frá virki felagsins síðani seinasta ársaðalfund:

 

Formansfrágreiðing varð løgd fram av formanninum. Serliga er vert at leggja til merkis, at uppskotið frá fíggjarmálaráðnum um broytingar í eftirlønarlógini, ið skal frítaka uttanlandsinntøkur fyri eftirlønargjald, er ikki lagt fyri løgtingið enn og Heilsutrygd hevur enn ikki lagt málið um heilsutrygdargjaldið fyri Føroya Rætt.

 

3) Grannskoðaður ársroknskapur varð framlagdur til góðkenningar:

 

Roknskapurin varð síðan lagdur fram. Felagið hevur brúkt væl av peningi til løgfrøðiliga hjálp og ráðgeving og hevur væl av peningi eftir til tey mál, ið standa fyri framman.

 

Nakað væl av eftirstøðu er í limagjaldi og lýsingarinntøkum. Roknskapurin vísir eitt hall fyri árið 2019 uppá slakar kr. 179.000,00. Meginparturin av hallinum stavar frá løgfrøðiútreiðslunum og av eftirstøðunum í limagjaldi. Uttan eftirstøðuna, hevði hevði avlop verið í roknskapinum.

 

Nevndin heldur tað vera í lagi, at ognin minkar nakað, tí ongin orsøk er til, at felagið eigur ov nógv á bók.

 

Aðalfundurin samtykti einmælt roknskapin.

 

4) Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár:

 

Uppskot at varðveita sama limagjald, kr. 300,00 um ári, varð samtykt.

 

5) Ásetan av hámarki fyri nevndarsamsýningar:

 

Nevndin hevur nærum ikki brúkt samsýningarnar, men tó verður skotið upp at varðveita sama hámark. Einmælt samtykt.

 

6) Val av nevndarlimum:

 

Martin Sonny Frederiksen og Dánjal Jákup Meinertsson stóðu fyri vali. Martin hevði frammanundan boðað frá, at hann er farin í land at arbeiða og tí ynskti at gevast við hesum felagsarbeiði. Dánjal Jákup Meinertsson stillaði uppaftur.

 

Sera striltið gekk at fáa nakran at bjóða seg fram til nevndarval. At enda varð Jóan Pauli Jespersen valdur uttan atkvøðugreiðslu, og Dánjal Jákup Meinertsson varð afturvaldur.

 

Vit takka Martini fyri einastandandi gott arbeiði fyri felagið í mong ár. Formaðurin handar honum eina lítla gávu sum viðurkenning.

 

7) Val av grannskoðara:

 

Felagið hevur brúkt ”Grannskoðan” higartil. Men Grannskoðan er ikki longur virkið og virksemið er farið til Spekt, sum hevur grannskoðað roknskapin til henda aðalfundin. Spekt varð einmælt valt til grannskoðara.

 

8) Viðgerð av innkomnum málum:

 

Ongi mál vóru komin inn.

 

9) Ymiskt:

 

Her var kjak um skatting av heimainntøku. Nógv fólk hava ilskast um høga skattin av heimainntøku, sum kemur afturat uttanlandsinntøkuni. Her mugu vit minna á, at uttanlandsinntøkan verður tald við í útrokningargrundarlagið, og tí verður heimainntøkan skattað sum háinntøka. Sligið er fast, at heimainntøkan hjá útisiglarum verður skattað á sama hátt sum øll onnur heimainntøka. Men einstakir lønarseðlar kunnu síggja óhugaligir út, tí útrokningin er manuell og lagt verður uppfyri í fyrstu atløgu.

 

Men tá árið verður gjørt upp, skal skatturin av heimainntøku hjá okkum, vera sum hjá øllum øðrum heimaarbeiðandi við tilsvarandi inntøkum.

            

Á fundinum vóru útrokningar vístar, ið umfata landsskatt, kommunuskatt og AM-gjald. Hesar vísa, at hjá inntøkum millum 600.000 og 1.100.00, er skattur og AM frá 41% til 46%. Felagið fer at gera útrokningar at senda limum, sum ynskja tað, har eisini øll hini gjøldini, eftirløn, barsil, ALS og kringvarpsgjald eru við.

 

Men nógv halda, at tað er ikki hugaligt at átaka sær arbeiði heima.

 

Fundur lokin.

 

Nevndin skipað eftir fundin:

 

Formaður: Dánjal Jákup Meinertsson

Næstformaður: Andreas Poulsen

Skrivari: Rúni við Streym

Kassameistari: Petur Mohr

Nevndarlimur: Jóan Pauli Jespersen

Eykalimir: Søren Poulsen og Pól Jákup S. Larsen