* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
(Tilvildarlig mynd)

Aðalfundur í Antares: Prát um eftirløn og um at sigla við norskum skipum

Hin 2. mai var aðalfundur hildin í felagnum. Í fyrsta umfari møttu bara 14 limir, tað er ein limur ov lítið, til at fundurin var viðtøkuførur. Tískil varð boðað til eykaaðalfundar beinanvegin, og síðani var aðalfundurin avgreiddur við millum øðrum góðum práti um viðurskifti, sum viðkoma limum felagsins.


Martin Sonny Frederiksen, skrivari og fyriskipari, sigur millum annað í aðalfundarfrágreiðingini, at nógv kjak hevur verið um eftirlønor og um veitingar. Eisini norskar veitingar eru uppi í kjakinum.

 

- Eitt mál, ið upptekur fleiri, er hetta við tænastutíð fyri at fáa

sjømanspensjon í Noregi. Man vera gjørligt at leggja saman tænastutíð úr Danmark ella

Føroyum við norska tænastutíð? Tað skal kannast meira, sigur Martin Sonny.

 

Annars er greitt at arbeiðast má politiskt fyri at fáa møguleika fyri frítøku fyri eftirlønargjaldinum.

 

Tosa var eisini um Heilsutrygd. HT er kært fyri bróta styriskipanarlógina §55. Óvist er hvørja

lagnu kæran fær, men alt eftir niðurstøðuni og grundgevingini, má umhugsast at fara í rætting

við málinum um. Bíða verður tó eftir úrskurði frá kærunevndini.

 

Síðan var tosa um samskifti við norskar mynduleikar um ymiskt. Norska

maskinmeistarfelagið bjóðaði sær til at koma til Føroya at kunna um norsk viðuskifti, men

síðan geva teir avboð. Seinni hevur verði skrivligt samskifti sum hevur ført til eina skrivliga

kunning um eftirlønir og sosialar veitingar. Hesar verða sendar limunum.

 

- Petur Mohr hevur arbeitt við ALS og barnsburðarfarloyvi og slíkum í sambandi við dupulta gjalding – bæði í Danmark og Føroyum. Trupult er at fáa svar frá myndugleikunum, men ALS hevur viðurkent, at óneyðugtr er at gjalda, tá tú ert í donskum A-jassa. Komið er eisini inn í lógina um AM-grunnin, at tað ber til at søkja um frítøku, sigur Marin Sonny í aðalfundarfrágreiðingini.

 

Hann sigur víðari í frágreiðingini:

 

”Tosað varð nógv um at fara uppá eftirløn í Norra, har ein fær ratu frá 62 til 67 og heldur so fram

í folketrygd. Kann gevast sum 60 ár, men best at bíða til 62, annars verður man mótroknaður.

Hevur ikki nakra ávirkan, siga summir.

 

Tosað var um at sigla við norskum fiskiskipum, har krav er um, at eitt ávíst tal av fólkinum

skal vera av staðnum, har báturin er skrásettur. Summir hava uppliva, at hetta er ein forðing

hjá føroyingum. Vit vita tó ov lítið konkret um hetta og vóna at fáa meira at vita frá limum.

 

Ein frágreiðing var frá einum persóni um, at hann hevði stovnað privata eftirløn, ið Lív síðan

hevði gjørt til eina samlagstrygging við nógv verri treytum. Hetta undirstrikar tørvin á at

fylgja við í egnum eftirlønarviðurskiftum.

 

Tosa var up MinID og BankID. Tað er lætt at søkja MinID á netinum. Men BankID, ið krevst

til at koma inn á bankakonti, má søkjast í bankanum.

 

Yvirhøvur eitt gott kjak um innihaldið í kunningini frá DNMF, um veitingar og eftirlønir. Vit

viðmæla limum at lesa skjølini, tá tey verða send út.”

 

Tríggir limir stóðu fyri vali: Andreas Poulsen, Petur Mohr og Petur Klein. Síðstnevndi stillaði

ikki uppaftur. Hinir báðir vórðu afturvaldir. Rúni við Streym kemur inn sum nevndarlimur fyri

Petur Klein.

 

Tvær lógarbroytingar vórðu skotnar upp: §8 stk. 2, punkt c, um eykalimir í nevndini og §13, stk. 5, við tilhoyrandi lógarískoyti, um stuðul. Báðar samtyktar.

 

Avgjørt varð, at í mesta lagi 10 % av stovnsfæðinum kann latast til einstagt tiltak.

 

Tosað varð eisini eitt sindur um at fleagið bjóðar fram skeið, men alt stendur á føroyskumog tá verður verri hjá útlendskum arbeiðsgevarum at fyrihalda seg til skeiðini.


Áhugafelagið Antares

www.antares.fo