* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Aðalskrivarin í IMO, Kitack Lim, er á vitjan í Grønlandi í hesum døgum.

Aðalskrivarin í IMO vitjar í Grønlandi

Í hesum døgum er aðalskrivarin í IMO, Kitack Lim, á vitjan í Grønlandi, har hann vil hava innlit í skipaferðslu í arktiska økinum. Tað er grønlendska heimastýrið, Donsk Reiðarí og Sjófartsstýrið, sum hava lagt vitjanina til rættis.

 

Endamálið við túrinum er at vísa aðalskrivaranum, hvønn leiklut Grønland hevur, og fyri at fáa størri innlit í serligu viðurskiftini, sum eru galdandi við sigling í Aktis.

 

Samstundis verður høvi at tosa um evni sum trygd á sjónum, trygdin í siglingarfrøði (navigatión) í økinum og umhvørvisvernd í Grønlandi og Arktis.

 

- Fyri okkum í Donskum Reiðaríum er tað týdningarmikið, at aðalskrivarin í IMO við egnum eygum sær og upplivir avbjóðingarnar og mguleikarnar við sigling í Arktis, sigur Anne H. Steffensen, stjóri í Donskum Reiðaríum.

 

- Aftrat tí kemur, at veðurlagsavbjóðingin, sum er raðfest ovarlaga hjá IMO, sæst við berum eygum í Grønlandi. Tað er tí okkara vón, at vitjanin verður við til at halda kikaran á týdningin av, at alheims skipaferðslan avmarkar CO2-útlátið munandi, sigur hon.

 

Við í vitjanini eru grønlendska heimastýrið, Donsk Reiðarí, danska Sjófartsstýrið, Arktisk Kommando, DMI, Geodatastýrið, Umhvørvis- og føðslumálaráðið, Royal Arctic Line og løgreglan.

 

Kelda: Maritime Danmark/Sjófartsstýrið/Donsk Reiðarí