* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Iranska tangaskipið, Adrian Darya 1.

Adrian Darya 1 flytir olju umborð á iranskt tangaskip

Iranska risatangaskipið, Adrian Darya 1, sum bretskir myndugleikar løgdu hald á við Gibraltar, og sum tá æt Grace 1, er undir illgruna fyri at flyta olju yvir í eitt annað iranskt tangaskip í løtuni.  Hald varð annars lagt á Adrian Darya 1 á sinni, tí skipið var undir illgruna fyri at vera á veg til Sýria við oljuni.

 

Adrian Darya 1 hevur ligið fyri akkeri uttanfyri sýriska havnarbýin, Tartur, í longri tíð. Men tað er ógreitt, um skipið hevur avskipað oljuna í havnini. Um so er, so hevur skipið brotið samtyktina hjá Iran um, at lastin ikki fór at vera latin Sýria.

 

Út frá myndunum ber ikki til at síggja, um Adrian Darya 1 veruliga er byrjað at flyta oljuna yvir í eitt annað iranskt tangaskip, ella hvønn veg oljan rennur.

 

Tangaskipið, sum møguliga tekur ímóti oljuni, er longu svartlistað hjá amerikonsku myndugleikunum júst fyri at vera við í iranskum oljuútflutningi til Iran.

 

Kelda: Maritime danmark