* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tveir mans vórðu ógvuliga kløkkir av kuldanum, tá teir lupu í St. Lawrence-ánna av reikferðaskipinum, Celebrity Summit.

Ætlaðu at svimja í land í Kanada

Tveir av manningini á maltesiskt skrásetta reikferðaskipinum, Celebrity Summit, gjørdust ikki sørt kløkkir, tá ið teir mánamorgunum lupu í havið av reikferðaskipinum í einari roynd at sleppa ólógliga inn í Kanada. Báðir endaðu álvarsliga niðurkøldir á sjúkrahúsi.

 

Teir báðir menninir vóru ávikavist 27 og 36 ára gamlir, og høvdu eftir øllum at døma ikki gjørt sær greitt, hvussu køld stóra St. Lawrence-áin kann vera hesa árstíðina, tá teir lupu av skipinum.

 

Tá ið teir funnu útav, hvussu kalt tað var, fóru báðir at rópa um hjálp av lívsins kreftum, og tað eydnaðist starvsfólkum í Qebec-havn skjótt at bjarga fyrra manninum.

 

Hóast tað gekk meira enn ein tími, áðrenn seinni maðurin varð bjargaður, var hann framvegis á lívi. Báðir menninir vóru í bjargingarbelti.

 

Port of Qebec kannar nú hendingina.

 

Maritime Danmark