
Afrikanskt sjórænaravirksemi kostaði reiðaríum 16,5 mia. kr. í fjør
1.921 sjófólk í Vesturafrika og 545 sjófólk í Eysturafrika vórðu í 2016 fyri sjórænaraálopum, sum samanlagt kostaðu reiðaríunum uml. 16.5 miljardir krónur. Hetta kemur fram í ársfrágreiðing frá felagsskapinum Oceans Beyond Piracy, sum varð almannakunngjørd í London mikudagin.
- Hesi tølini vísa, at sjórænaravirksemi framvegis er ein hóttan ímóti sivilu skipaferðsluni bæði í Eystur- og Vesturafrika. Tí er tað sera umráðandi, at reiðaríini framhaldandi fyrireika seg, áðrenn tey fara inn í farvøtn við sjórænarahóttan,” sigur Maria Bruun Skipper, undirstjóri í Danmarks Rederiforening.
Frágreiðingin vísir, at talið á álopum í Guineaflógvanum er nærum tvífaldað í 2016 í mun til árið fyri. Samstundis er talið á offrum fyri álopunum vaksið úr 1.225 til 1.921. Serliga stór var hækkingin í talinum av burturflytingum.
- Kanningin í Vesturafrika vísti, at nærum tveir triðingar av øllum fráboðaðum hendingum fóru fram út fyri Nigeria, hóast meginparturin hendi í altjóða sjógvi, sigur Dirk Siebels, sum var við til at skriva frágreiðingina. Hann leggur aftrat, at flestu av hesum álopum vóru ógvislig.
Framvegis sjórænaravirksemi út fyri Somalia
Hóast ongar fráboðanir vóru um handilsskipstøkur út fyri Somalia í 2016, so hava brotsmannaliðini í landinum framvegis orku og vilja til at útinna sjórænaravirksemi, so sum álopini serinastu tíðina hava víst.
Útreiðslurnar til at verja skipaferðsluna ímóti somaliskum sjórænarum eru framvegis stórar. Samanlagt vórðu í 2016 brúktar uml. 11,6 mia. kr. til at forða fyri og niðurberja sjórænaravirksemi í Eysturafrika. Hetta er ein øking síðani í fjør, tá útreiðslurnar sambært Oceans Beyond Piracy vóru slakar níggju mia. kr.
- Umráðandi er, at reiðaríini halda fram við at gera sínar váðametingar og fylgja altjóða tilmælunum millum annað við at skráseta seg hjá ymsu myndugleikunum. Harumframt er týdningarmikið við politiskum fokusi og vilja til at verja handilsskipini og at hjálpa londunum í økinum við at byggja upp betri maritiman tryggleika, og at umstøðurnar í Somalia verða betraðar, sigur Maria Bruun Skipper.
Kelda: soefart.dk