* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ein nýggjur tilburður varð staðfestur fyrradagin. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 104.389 kanningar.

Tilburðurin varð staðfestur á flogvøllinum, har øll ferðafólk verða kannað við komu til landið. Talan er um ein persón við bústaði í Føroyum. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.

Í alt hava 414 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum, og 409 fólk eru staðfest frísk aftur. Sostatt eru 5 fólk smittað í løtuni.

Eitt fólk er í løtuni innlagt á sjúkrahúsi í samband við koronusmittuna.