* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Aftur medisinkistur í donskum bjargingarbátum

Nú hava danskar sjóvinnufyritøkur aftur loyvi at selja bjargingarbátar við einum innsiglaðum posa við ymiskum heilivági til ymisk lond. Hetta hendir eftir tvey ár við undantaksloyvum og ótryggleika, eftir at stjórnin í 2015 nýtulkaði ES-reglur og siðvenju.

Fólkatingið samtykti fríggjadagin eina broyting í heilivágslógini, sum ber í sær, at danskir veitarar av bjargingarbátum og aðrari sjóvinnuútgerð - teirra millum ein av heimsins leiðandi framleiðarum, VIKING Life-Saving Equipment í Esbjerg – aftur kunnu selja bjargingarbátar við innsiglaðum heilivági.

Heilivágurin verður latin í sokallaðum medisinkistum, hvørs innihald samsvarar við lokalu lóggávuna í landinum ella flaggtjóðini, sum keyparin av bjargingarbátinum er úr. Í tvey ár hevur hetta í roynd og veru verið forboðið hjá donskum veitarum.

Forboðið frá 2015 merkti, at krøv vóru um, at dansktmæltir kunningarseðlar skuldu leggjast í t.d. pakkar við pínustillandi tablettum ella sjóverkstablettum, sama um heilivágurin skuldi sendast til skip undir fremmandum flaggi, sum tildømis sigldu í Kyrrahavinum, uttan danska manning.

Millum onnur dømi vóru, at medisinkistan í bjargingarbátinum brádliga ikki mátti innihalda morfin ella Aspirin, tí hetta ikki er loyvt at selja í handkeypi í apotekum í Danmark, men har nakrar flaggtjóðir kunnu krevja tað í bjargingarbátum, sum eru á havshøvunum við langari fjarstøðu til læknahjálp. 

Tó góvu heilsumyndugleikarnir undantaksloyvi til danskar fyritøkur, so tær kundu halda fram sum higartil, og undantaksloyvið er síðani longt eina einstaka ferð.

Kelda: maritimedanmark.dk