* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Aftur til samráðingarborðið

Í dag fara strandarlondini enn eina ferð at royna at fáa semju um makrelkvotuna í 2014. Hesa ferð eru samráðingarnar í Edinburg. Tað skilst, at ES vil lata nakað, so Føroyar og Ísland kunnu fáa størri part av heildarkvotuni, men í Norra eru tey ikki so hugað at slaka nevnivert. Kjell Ingebrigtsen í Norges Fiskarlag sigur við FiskeribladetFiskaren, at Norra fer ikki at lata ein fjórðing av sínari kvotu, so Føroyar og Ísland kunnu fáa meira. Hann vil ikki vátta, at Norra fer úr 29 niður í 22 prosent av heildarkvotuni. 

Kjell Ingebrigtsen sigur, at nú noyðast Føroyar og Ísland at slaka í sínum krøvum. Norskir fiskimenn vilja ikki, at Norra letur frá sær ein part av sínari kvotu. Norski samráðingarleiðarin, Ann Kristin Westberg, hevur sagt, at heildarkvotan í ár verður 1,3 milliónir tons, og Norra eigur 22 prosent. Men Føroyar og Ísland vilja ikki taka av.  

Fiskifrøðingar mæla til, at ikki verður fiskað meira enn knappliga 900.000 tons av makreli í ár. Makrelstríðið millum ES, Norra, Føroyar og Ísland byrjaði í 2010, tá Føroyar ikki vildu góðtaka býtislykilin, sum tá var. Eisini Ísland krevur meira makrel enn ES og Norra góðtaka.


Kelda: KVF