* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Afturgongdin hjá frálandsrisa heldur fram

Tað gongur skeivavegin á mestsum øllum parametrum hjá franska frálandsreiðarínum Bourbon, sum er millum heimsins størstu. Umsetningurin er minkaður við 21,2 pst til 204,3 mió. evrur í 3. ársfjórðingi í mun til somu tíð í fjør og miðal nýtslustigið av flotanum fall úr 59,7 til 53,4 pst.

Bourbon upplýsir ikki inntøku sína í ársfjórðingaroknskapinum, men staðfestir, at ársfjórðingurin hevur verið merktur av lágum virksemi og stórum trýsti á hýrugjøldini. 

Eitt lítið ljóspunkt sær felagið tó í virkseminum á djúpum sjógvi og á grunnum sjógvi, har ein lítil vøkstur er í virkseminum, sum hevði við sær, at miðal nýtslustigið av skipum til hesi øki hækkaði við 2 prosentstigum, umen hýrugjøldini framvegis eru fallandi, verður sagt í ársfjórðingafrágreiðingini.

Bourbon hevur ein flota upp á 513 skip í 45 londum. Stórreiðarin Jacques de Chateauvieux eigur felagið.

Kelda: Bourbon/maritimedanmark.dk