* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Svenski handilsflotin heldur fram við at tódna. Í 2013 fall talið á skipum undir svenskum flaggi við sjey skipum aftrat til 103 skip - higartil lægsta talið. Og afturgongdin heldur fram. Eftir nýggjár hevur eitt skip aftrat strikað svenska flaggið.

Støddin á svenska handilsflotanum verður gjørdur upp eftir ymiskum hættum, har tann mest brúkti er at gera upp eftir talinum á teimum, ið hava rætt til sjóferðslustuðul.

Av teimum 103 skipunum, ið fingu slíkan stuðul við árslok 2013, vóru 71 í altjóða sigling, meðan hini 32 vóru ferjur og ro/ro skip, sum sigldu í svenskum farvøtnum.

Fallið upp á sjey skip í 2013 umfatar eina tilgongd av 4 skipum og eina frágongd av 11 skipum. Millum skipini, ið hava flaggað út, eru:

Finnsailor (Finnland), Navigo (Panama), Bro Sincero (Danmark), Onyx (Bretland), Transfalcon (Sierra Leone), Wisby Verity (Holland), Forte (Gibraltar) og Gullmartank (Russland).

Svenska Trafikanalys arbeiðir við øðrum tølum. Har verður talið á svenskum skipum um ársskiftið 2012/2013 gjørt upp til 314 skip, sum er tað lægsta talið síðani uppgerðin byrjaði í 1970.


Kelda: Sjöfartstidningen