* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Stena Impero.

Afturhildin manning havt samband við familjur sínar

Manningin umborð á tangaskipinum, Stena Impero, sum síðani fríggjadagin hevur verið afturhildin í Iran, hava fingið loyvið at seta seg í sambandi við familjur sína umvegis telefon. Tað vóru iranskir kollveltingargardistar, sum tóku skipið í Hormuzsundinum.

 

Reiðaríið, Stena Bulk, sum eigur skipið, skrivar á heimasíðuni, at reiðaríið framvegis hevur samband við manningina, og at samband eisini er við myndugleikarnar, sum hava við málið at gera, fyri at fáa leyslatið skip og manning aftur.

 

Stjórin í Stena Bulk, Erik Hanell, sigur, at ongi prógv eru fyri, at Stena Impero var partur av einum samanstoyti, soleiðis sum iranar vilja vera við. Skipið var statt í byrjanini til Hormuzsundið og heilt greitt uttanfyri iranskt sjóøki.

 

Stena Bulk-stjórin slær eisini fast, at øll siglingartól riggaðu, at AIS-urin stóð til, og at skipð fylgdi øllum altjóða krøvum.

 

Bretskir miðlar skriva í dag, fríggjadagin, at bretska fregnartænastan, MI6, kannar eina teori um, at iranar kunnu hava sent følsk GPS-signal til Stena Impero, ein tøkni, sum góði vinur teirra, Russland, nýtir. Ongi prógv eru kortini fyri hesum enn.

 

Kelda: Maritime Danmark.