* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Dánjal Jákup Meinertsson heldur fram sum formaður í Áhugafelagnum Antares.

Áhugafelagið Antares: Formansfrágreiðing 2020

Hin 7. mars hevði Áhugafelagið Antares aðalfund, har val av nevnd var á skránni. Á aðalfundinum legði Jákup Meinertsson, formaður, fram formansfrágreiðingina:

 

Góðu felagar.

 

Henda frágreiðingin verður helst av teimum styttru. Mong viðurskifti eru komin uppá pláss og nógv vitan er fingin til høldar.Tí hevur seinasta tíðarskeiðið verið merkt av serliga tveimum málum.

 

Heilsutrygd

Hetta málið byrjaði sum ein fyrispurningur á aðalfundinum í januar 2013. Og um mánaðarskiftið februar-mars havi eg mítt fyrsta skrivliga samskiftið við almannamálaráðið og heilsumálaráðið.

 

Syrgiligu søguna hareftir kenna tey flestu av okkum.

 

Tá kærunevndin avgjørdi mína kæru til mín fyrimun í 2014, kundu myndugleikarnir havt avgjørt prinsippið tá við at kært avgerðina til Føroya Rætt. Tað gjørdu teir ikki, helst tí teir ikki hildu seg hava nakra sak, og soleiðis standa vit her enn á sjeynda ári.

 

Á sumri í 2019, í fjør, tók kærunevndin í familju-, almanna- og heilsumálum fleiri avgerðir og síðan aftur í januar 2020. Í nøkrum førum fekk kærarin viðhald og í nøkrum førum var álagt Heilsutrygd at innheinta ávísar upplýsingar fyri at avgreiða málið sambært niðurstøðunum í avgerðini. Hetta snýr seg um at kærarin kanska ikki hevur upplýst nóg væl fyri kærunevndini.

 

Men í øllum avgerðunum slær kærustovnurin fast, at §55 í stýrisskipanarlógini ger, at millumtjóða sáttmálar koma fram um løgtingslógir, har andsøgn er, og at nordisk konvention om sosial sikring tí kemur fram um lógina um heilsutrygd.

 

Hetta er orðalagið í øllum avgerðunum, og tað er ein broyting frá avgerðunum frá 2014 til 2018.

 

Hetta noyðir myndugleikarnar at taka eina støðu og nú sær út til, at heilsutrygd fer í rættin at royna prinsippið.

 

Eftir fleiri fyrispurningar frá tingfólki hevur landsstýrismaðurin boðað frá hesum á løgtingsins røðarapalli, og tí tora vit at trúgva tí. Livst so spyrst.

 

Tá henda avgerð er tikin í rættinum, fer tað at gera enda á einum 7 ára gomlum kegli. Tað er eitt stórt framstig. Vit halda avgjørt, at vit vinna eitt slíkt rættarmál.

 

Eftirløn

Stríðið um frítøku fyri føroyskt eftirlønargjald fyri tey, sum eru umfatað av aðrari norðurlendskari skipan, serliga ”Folketrygd,” hevur eisini verið drúgvt.

 

Endin á tí var eitt sakarmál, ið staðfesti, at ein ikki kann vera frítikin við hesari grundgeving. Beint eftir dómin kom eisini fram, at føroyska eftirlønarlógin er ikki á listanum yvir eftirlønir, sum eru umfataðar av sáttmálanum.

 

Hevði hetta komið fram eitt sindur fyrr, hevði tað spart okkum nógv stríð. Men tað vísir eisini, at í hesum málunum eru ikki bara vit, ið læra. Vit hava eisini fylt fleiri hol í vitanina hjá myndugleikum og stovnum.

 

Nú hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum havt eitt lógaruppskot til ummælis, har hann skjýtur upp heilt einfalt, at allar uttanlandsinntøkur skulu fáa frítøku fyri eftirlønargjaldi.

 

Nú er rúm tíð liðin síðan hoyringsfreistin fór, men enn sæst uppskotið ikki á tinglistanum. Verður uppskotið lagt fram og samtykt, fær hetta stríðið eisini ein enda.

 

Skattur av heimainntøku

Uppundir valið varð nógv tosa um, at heimainntøkur vóru so øgiliga hart skattaðar. Hetta fekk eg meg ikki til at skilja. Heimainntøkur hjá sjófólki verður skattað eins og allar aðrar heimainntøkur.

 

Tá ætlanir so komu fram um at gera eina serskipan fyri útisiglarar, var eg sera ivasamur. Nóg ringt er at verja serskipanir, ið eru. Enn ein slík kundi saktans givið eitt ordans bakslag í einum minni vinarligum politiskum landslagi.

 

Tí gjørdi eg nakrar útrokningar, sum vístu, at standurin var ikki so ringur.

 

Gamaní kundi skattur og avgjøld á einstøkum lønarseðlum vera ógvusligur, men tá árið var uppgjørt, var tað sum tað átti. Skattaprosentið er ávirkað av, at uttanlandsinntøkan skal takast við, tá skattur verður álíknaður, og tí verður skattaprosentið relativt høgt. Men ikki fyrr enn samlaða inntøkan, uttanlandsinntøka og heimainntøka, fer uppum eina millión, fer skatturin, landsskattur, kommunuskattur og AM-gjald uppum 45%.

 

Hetta er tað sama, sum øll onnur við somu inntøku gjalda. Á einum fundi við landsstýrismannin hevði Taks somu tøl sum eg. Tí verður helst ikki gjørt meira við hetta.

 

Støðan í felagnum

Hóast sera friðarligt á nógvum økjum, bæði tí politiska og sosialt, livir felagið sítt fríska lív. Serliga er tað á bólkinum í facebook, at tosið er lívligt og fólk eru ófør at hjálpa hvørjum øðrum við ivaspurningum.

 

Vit fyrireika okkum til eitt rættarmál um heilsutrygd, og vónandi fara vit at blása lív í aftur sosialu tiltøkini, ið eru fjarað nakað burtur. Ikki hevur verið sama undirtøka fyri teimum seinastu tíðina, men tað fer vónandi at broytast.

 

Tá ikki leikar so hart á politiskt, og tær harðastu orrusturnar fjarða burtur í almenna rúminum av keðsemi, er eitt sindur verri at halda lív í felagnum. Tað sæst aftur á limagjaldinum, ið tá verður verri at fáa inn. Hetta sæst eisini aftur í roknskapinum.

 

Men sjálvt um ikki so nógv sæst úteftir, heldur stríðið oftast fram í minni sjónligum fora, og vit hava framvegis brúk fyri hvørjum øðrum at loysa tær uppgávur, ið eru fyri framman. Helst fara aðrar at stinga seg upp sum frálíður.

 

Hóast útreiðslurnar av virkseminum, serliga til løgfrøðiliga hjálp, hava verið stórar seinastu 2 árini, og ikki hevur verið so lætt at fáa limagjøld inn, so hava vit væl av orku til at taka onkran bardaga afturat, um so skal vera.

 

Nýggjar kreftir

Nú hevur Martin gjørt av at gevast at sigla og hevur í sambandinum gjørt av at gevast í nevndini. Vit fara at takka Martini fyri eitt megnar arbeiði í so nógv ár.

 

Sjálvur havi eg havt eitt mál. Eg skuldi gevast, tá vit hava fingið skil á eftirlønini og heilsutrygd, og eg hevði vóna, at broytingin um eftirlønarlógina var komin í tingið, og at rætturin hevði fingið málið um heilsutrygd. Men enn sæst onki til tað, og tí er tann avgerðin ikki tikin heldur.

 

Eg fari at takka tykkum fyri enn eitt ár við góðum samstarvi og samskifti, har tit í enn størri mun hava hjálpt hvørjum øðrum við ivamálum. Júst sum eg hevði ímyndað  mær, tá mín leiklutur í felagnum byrjaði í 2011.

 

Takk fyri.

 

Vegna felagið

Dánjal Jákup