* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
MS. Spitsbergen, sum norska Hurtigrutan nýtir til sonevndar rannsóknar-krúsferðir til Svalbard.

Áhugin fyri rannsóknarferðum til Svalbard setir met

Áhugin fyri svalbardferðunum ella sonevndu rannsóknarferðunum, sum norska Hurtigrutan ger til Svalbard um summarið, er vaksin við 1900 prosentum. Tað hendir, eftir at NRK hevur sent beinleiðis av Svalbard – minutt fyri minutt, sum tey kalla tað.

 

Stóri áhugin fyri ferðunum ger, at ferðirnar hjá Hurtigrutuni longu nú eru við at vera útseldar.

 

Sendingarnar hjá NRK eru gjørdar við ferðamannaskipinum, Spitsbergen, og túrarnir taka millum 6 og 8 dagar.

 

Sjónvarpshyggjararnir hjá NRK hava kunnað fylgt við minutt-fyri-minutt frá 31. januar til 9. februar í ár. Friðarligt ella spakuligt sjónvarp sær út at dáma norðmonnum avbera væl. Serliga er tað náttúran, sum norðmenn ikki kunnu fáa nóg mikið av, skrivar Skipsrevyen.

 

- Sølan av rannsóknarkrúsferðum til Svalbard er økt við 1900 prosentum, sigur Rune Thomas Ege, sum arbeiðir hjá Hurtigrutuni.

 

Kostnaðurin fyri eina slíka ferð liggur millum 11.000 og 60.000 norskar krónur, t.e. millum 8.000 og 44.000 danskar krónur.

 

Og so skal ongin trúgva, at NRK er sloppið við MS. Spitsbergen fyri onki. Sambært miðlinum, E24, hevur NRK goldið umleið 410.000 krónur fyri at hava sjónvarpstoymið við umborð hendan túrin.

 

- Áhugin fyri rannsóknarkrúsferðum er vaksin í Noregi seinastu árini, og serliga burðardygg krúsferðavinna við smærri krússkipum við umleið 500 ferðafólkum hevur havt framgongd. Ferðir til Grønlands, Alaska, Kanada og Íslands eru eisini høgt í metum.

 

Kelda: Skipsrevyen