* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av skipunum hjá AKOFS.

AKOFS fær milliarda-sáttmála frá Equinor

Akastor selur helvtina av partabrøvunum í AKOFS Offshore til Mitsui. Endamálið er at gera eitt samtaksfelag. Kostnaðurin er ein sløk milliard føroyskar krónur.

 

Tað eru japansku feløgini, Mitsui & Co og Mitsui O.S.K. Lines, sum samanlagt keypa helvtina av partabrøvunum í oljufelagnum, AKOFS Offshore.

 

Tað sást í einum boðum til keypsskálan í Oslo í gjár, týsdagin.

 

AKOFS rekur trý undirsjóvar-stuðulsskip, sambært einum tíðindaskrivi frá Mitsui O.S.K. Lines. Felagið metir hetta seinasta keypið vera endaliga stigið inn á marknaðin við stuðulsskipum.

 

AKOFS Offshore verður eitt joint-venture-samtak millum Mitsui & Co (25 prosent), og Mitsui O.S.K. Lines (25 prosent). Akastor fær 142,5 milliónir dollarar fyri søluna.

 

Tíðindini koma samstundis sum felagið hevur skrivað undir ein sáttmála við Equinor fyri arbeiði á Akofs Seafarer.

 

Roknað verður við, at partabrævahandilin verður endaliga gjøgnumførdur í triðja ársfjorðingi í ár.

 

Kelda: Sysla