* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggja skipið hjá Smyril Line, Akranes, er nú farið í rutu fyri felagið og hevur verið fyrsta túrin í Hirtshals.

Akranes fyri fyrstu ferð í Hirtshals

Mikudagin kom nýggja ro/ro-skipið hjá Smyril Line Cargo, Akranes, fyri fyrstu ferð til Hirtshals. Í dag verður skipið lossað, og síðani fer tað fyrsta túrin bæði til Føroya og Íslands.

 

Smyril Line keypti 138 metrar langa finska ro/ro-skipið, Bore Bank, og broytti navnið á skipinum til Akranes.

 

Akranes skal røkja eina farleið millum Tórshavn, Thorlakshøfn í Íslandi og Hirtshals.

 

- Farleiðin letur upp fyri nýggjum møguleikum í Íslandi og á skandinaviska marknaðinum, tí íslendskar og skandinaviskar fyritøkur fáa nýggjar og góðar gjøgnumfarstíðir (transittíðir), skrivar Maritime Danmark.

 

Farleiðin verður sostatt ein av skjótastu loysnunum av góðsi millum Reykjavíkar-økið og Skandinavia.

 

Smyril Line eigur nú Eystnes, Norrønu, Mykines og Akranes.

 

Kelda: Maritime Danmark