* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fjórða dagin á rað liggur Alexander Maersk har suðuri við Sisilia við flóttafólkum, men italsku myndugleikarnir nokta at loyva flóttunum í land.

Alexander Maersk bjargaði 113 flóttafólkum í Miðjarðarhavinum

Men nýggja populistiska stjórnin í Italia noktar at taka ímóti flóttafólkunum, sum Alaxander Maersk bjargaði hósdagin.

 

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, krevur handling, nú Alexander Maersk fjórða dagin á rað liggur fyri akkeri við 108 flóttfólkum, sum Italia ikki vil vita av. Alaxander Maersk liggur fyri akkeri nærindis Sisilia.

 

Tann 155 metrar langi feedarin er veruliga komin í stríð við nýggju og herdu linjuna hjá italsku stjórnini í sambandi við flóttafólk.

 

Danska skipið var á veg frá Misurata í Libya til Malta, tá italska bjargingartænastan hóskvøldið bað manningina bjarga flóttafólk, sum vóru í havsneyð. Fríggjamorgunin umleið klokkan 04.30 vórðu tey 113 flóttafólkini bjargað umborð Alexander Maersk.

 

Síðani hava bæði Malta og Italia nokta at taka ímóti flóttunum. Kortini eru fimm teirra, ein kona, sum var uppávegin, og fýra børn sloppin umborð á eitt italskt sjóverjuskip.

 

Í morgun, mánamorgunin, liggur Alexander Maersk framvegis fyri akker við Pozzallo har suðuri við sisilia.

 

Fríggjadagin segði italski innanríkisráðharrin, Salvini, við Der Spiegel, at italskar havnir ikki longur kunnu taka ímóti flóttafólkum, tí umstøður eru ikki til tað.

 

- Vit kunnu ikki taka ímóti fleiri, beint øvugt, vit vilja fegin sleppa av við nakrar teirra, segði hann við Der Spiegel.

 

Lars Løkke Rasmussen hevur hinvegin sagt, at hann tekur fyri givið, at Italia tekur ímóti flóttafólkunum umborð á Alexander Maersk.

 

Kelda: AFP-tíðindastovan og Søfart