* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Alheims flotin er 60 % størri, men 18 % minni CO2

Hóast alheims flotin er 60 prosent størri í dag enn í 2008, er CO2-útlátið 18 prosent lægri, vísir ein kanning, sum Clarkson Research Data hevur gjørt. Grundin er lægri ferð og eitt nýtt ættarlið av motorum, sum spara brennievni.

 

Í 2008 var útlátið frá alheims handilsflotanum umleið 1.000 milliónir tons CO2. Men í dag er útlátið frá flotanum, sum fermir 35 prosent meira farm og 60 prosent meira – mált í tonsum, umleið 820 milliónir tons CO2”.

 

Høvuðsorsøkin til minkaða útlátið er sambært Clarkson lægri ferð, ein ferð, sum er minkað við millum 15 og 20 proesntum hetta tíðarskeiðið. Haraftrat er tað nýggja ættarliðið av motorum.

 

Clarkson heldur umleið 30 prosent av alheims flotanum vera brennievnis vinarligan og metir, at útlátið frá hesum skipum er 20 prosent minni CO2.

 

Sambært viðtøkunum hjá IMO skal CO2-útlátið frá sjóvinnuni vera minkað við 50 prosentum í 2050.

 

Kelda: Maritime Danmark