* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Allar norskar bilferjur skulu sigla við streymi í 2025

Dieselluktur og óljóð frá motrum skulu burtur av norskum firðum. Norska stjórnin arbeiðir við einari ætlan, sum fer at hava við sær, at allar norskar bilferjur skulu sigla við streymi áðrenn ársenda í 2025.

 

Noreg setur av álvara ferð á grønu framtíðina, eisini tá tað snýr seg um sigling. Sambært NRK fer norska stjórnin at hava eina ætlan greiða fyri páskir um grøna skipaferðaslu, sum millum annað inniber, at allar norskar bilferjur skulu sigla við streymi, áðrenn komið verður til 2026.

 

Hetta er ein umfatandi verkætlan, tí fleiri enn 200 bilferjur eru í Noregi.

 

- Uppgerð okkara vísir, at 70 bilferjur fara at sigla við streymi við ársenda í 2021, sigur Atle Hamar, aðalskrivari í Veðurlags- og umhvørvismálaráðnum.

 

Størsta norska bilferjureiðaríið er Fjord1, sum rekur 50 bilferjur. Fjord1 er tilreiðar at gera íløgur fyri 5 milliardir norskar krónur í el- og hybridferjur komandi árini.

 

Kelda: Maritime Danmark