* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Allir bretskir AHFS-arar liggja uttan arbeiði

Øll bretsku akkerhandfaringarskipini, AHFS, liggja uttan arbeiði í Aberdeen. Skipsmeklarauppgerðin vísti, at 17 arbeiðsleys skip lógu í havnini. Meklarafyritøkan Westshore lýsir marknaðin sum ”deyðatøgn og púra uppsteðgaðan”.

”So hvørt sum fleiri stuttar summarboringar nærkast endanum, eru vit farin at stúra fyri at ganga enn einum ræðuligum vetri á møti. Hóast vit vita, at nógv virksemi verður í vár við mongum arbeiðsplássum, verður tíðarskeiðið frá nú og til tá ikki gott fyri spottmarknaðin," sigur Westshore.

Tvey skip, sum Rimorchiatori Riuniti og Atlantic Towing eiga, hava fingið nýggjan sáttmála frá 30. oktober. Tey skulu sleipa boripallin Transocean Prospect til Turkalands. Ongar aðrar uppgávur liggja fyri framman í løtuni.

AHFS'arar undir norskum flaggi eru rýmdir úr Bretlandi til fyrimuns fyri Norra og eru við til at trýsta leigugjøldini niður har. Síðsti bretski sáttmálin ljóðaði upp á 39.800 USD um dagin, men hetta gjaldið fellur helst, tá næsta skipið fær sáttmála.

Í Norra, har níggju av 22 akkerhandfaringarskipum beint nú eru uttan arbeiði, liggja dagsgjøldini heilt niðri á 14.000 USD fyri boripallaflytingar.

Í løtuni liggja 39 AHFS'arar í havnum kring Norðsjógvin.

Kelda: TradeWinds