* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Allir ísbrótarar í Svøríki eru nú til arbeiðis.

Allir svenskir ísbrótarar í arbeiði

Í svenskum sjógvi breiðir ísurin seg skjótt, og allir ísbrótarar í landinum eru í arbeiði. Í Botniskuvíkini arbeiða Atle, Óðin og Freja. Ymer samskipar arbeiðið hjá svenskum og finskum ísbrótarum í økinum. Ísbrótarin, Thetis, sum sviar hava leigað, arbeiðir eisini í umráðnum.

 

Tað er ikki bara í Føroyum, at kalt og kavi er í løtuni, í Svøríki til dømis er eisini kalt, og har er nógvur ísur.

           

- Ísur er í allari Botniskuvíkini og Kvarken. Fram við strondini liggur ísur frá Ösnsköldsvik til norðurendan á Kalmarsundi. Sjálvt Mälaren og partar av Vänern eru avísað, sigur Emma Grökvist, rakstrarleiðari á ísbrótarastovninum í Sjóvinnuráðnum.

 

Hon sigur, at roknað verður við upp aftur meira ísi á øllum havleiðunum komandi dagarnar.

 

Fleiri skerjingar eru settar fyri sigling í økinum móti finska markinum, Öregrund, Mälaren, Vänern og Götaánni. Avmarkingarnar bera í sær, at bara skip, sum eru styrkt til sigling í ísi, fáa stuðul til sigling frá ísbrótarum.


Kelda: Maritimedanmark