
Álop á Binguskip í Westur Afrika
Tað týska binguskipið Hansa Marburg bleiv álopið av sjórænarum tann 23. Apríl í Guineabugtini gott 108 fjóringar sunnanfyri Bunny í Nogeria. Teir megnaðu at koma umborð á skipið, og tóku teir 4 av manningini til fanga. Tveir vóru frá Ukraina, ein var russari og ein var frá Kiribati.
Skipið var á veg frá Malabo í Ækvatorial Guinea tá ið álopið hendi. Hinir 14 av manningini sum vóru við skipinum eru allir komnir væl frá tilburinum. Skipið er nú á veg til Senegal í Afrika, men er ikki nógv meira at frætta júst nú um hendingina.
Binguskipið Hansa Marburg sum hevur eina deyðvekt uppá 23.400 tons, kann lasta 1740 bingur á 20 fót. Tað bleiv bygt í 2007 og er skrásett í Liberia. Tað er Mansa Marbutg Gmbh. í Týsklandu sum hevur ábyrdina av skipinum.
Kelda: Maritime Bulletin
skriva: Martin Sonny Frederiksen, www.antares.fo