* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Koyrt verður eisini til dyrnar.

Alskyns fiskavørur frá Norðfra – í Danmark

Norðfra, sum í mong ár hevur framleitt ymsar fiskavørur til føroyska marknaðin, selur nú eisini vørur sínar í Danmark. Til ber at bíleggja vørur á heimasíðuni, og síðani fáa vørurnar koyrdar til dyrnar í stórum parti av Danmark.

 

- Uttan mun til um ordrin er lítil ella stórur, so eru vit altíð til reiðar at koyra vørurnar út til viðskiftafólk okkara í Danmark, sigur Leif Høj, ein av eigarunum í Norðfra.

 

Bæði einstaklingar og fyritøkur eru væl komin at bíleggja fiskavørur frá www.nordfra.com. Hetta eru dygdarvørur úr føroyskum sjógvi: Toskaflak ella toskastykkir, reyðsprøkuflak, klippfiskur, reyðfiskur, lippur, laksaportiónir, gulllaksafars, kalvi, jákupsskeljar, jomfrúhummari og mangt annað.

 

Føroyingar við donskum skipum

Á Norðfra vóna tey, at eisini føroyingar við donskum skipum fara at taka væl undir við hesum átaki við føroyskum fiskavørum í Danmark.

 

- Tað hevur stóran týdning hjá okkum at koma inn á danska marknaðin, ikki minst at kunna lata okkara vørur sum proviant umborð á donsk skip. Her hugsa vit eisini um skip, sum føroyingar eru við, til dømis frálandsskip, sandbátar, farmaskip, ferjur og líknandi, sigur Leif Høj.

 

Tað er ongin loyna, at føroyskur fiskur smakkar serliga væl, og tað merkja eisini tær manningar, sum hava fingið føroyska fiskin umborð í Danmark. Og tað er vónin hjá teimum á Norðfra, at føroyingar við donskum skipum gera sítt til at spyrja eftir føroyska fiskinum.

 

Norðfrá, sum helt til í Nordepli í nógv ár, framleiðir í dag vørur sínar í Leirvík. Talan er mest um daggamla hýsu og tosk.

 

Soleiðis verður koyrt út við vørum í Danmark:

 

Mánadag

1. mánadag í mánaðinum: Ærø

2. mánadag í mánaðinum: Lolland, Møn og Falster

 

Týsdag: 

Líkavikur í Norðurjútlandi

Ólíkavikur í Mið- og Suðurjútlandi

 

Mikudag:

 

Sæland: Levering til hurðina eller avheinting á Kastrupvej 145, 2300 Keypmannahavn

 

Hósdag: 

Torgið í Faaborg 12-12.30

Torgið í Svendborg 13.30-14.00

Nordatlantisk Hus, Odense kl. 15.00-16.30   

 

Fríggjadag: Fyn

 

Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Norðfra: www.nordfra.com.