* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Als-lógin broytast

Ein dómur í Føroya rætti hevur fingið Samferðslumálaráðið at gera uppskot um at broyta lógina um Arbeiðsloysistryggingina.

Lógin um ALS skal broytast, so hon samsvarar við norðurlendska sáttmálan um almannatrygd.

Sambært dóminum frá 15. mai í fjør hevði ein føroysk fyritøka ikki skyldu til at rinda til ALS av lønarinntøkum í Noregi, sum sambært skattalógini ikki eru at rokna sum A-inntøkur.

Dómurin staðfestir eisini, at tað samsvarar ikki við norðurlendska sáttmálan um almannatrygd, at fyritøkan slapp undan at rinda arbeiðsloysisgjøld bæði í Noregi og í Føroyum.

Høvuðsreglan er, at arbeiðstakarar skulu rinda sosial gjøld, og harvið verða sosialt tryggjaðir í tí landi, har arbeitt verður.

Í avtalum við Noreg fyri ávísar yrkisbólkar ber tó til at søkja um at sleppa undan at vera tryggjaður í Noregi við teirri fyritreyt, at teir rinda øll sosial gjøld í Føroyum.

Skyldan at rinda sosialu gjøldini áliggur bæði løntakaranum sjálvum og arbeiðsgevara hansara, eisini um talan er um útlendskan arbeiðsgevara.

Men dómurin í Føroya rætti staðfestir, at neyðug heimild er ikki í ALS-lógini at áleggja arbeiðstakarum og arbeiðsgevarum at rinda ALS-gjald av slíkum inntøkum í Noregi, sum ikki eru føroyskar A-inntøkur.

Tann heimildin skal nú í lógina, so fólk, sum arbeiða í Noregi, og arbeiðgevarar teirra, kunnu rinda til ALS.

Kelda: kvf.fo