* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Reikferðaskip við bryggju í Noregi.

Alt fleiri reikferðaskip vitja í Noregi

Reikferðir til Noregs og norskar havnir hava ongantíð verið betrið dámdar enn tað sama. Hagtøl fyri 2019 vísa, at umleið 2.800 reikferðaskip komu í norskar havnir hetta árið; tað er ein øking upp á 783 seinastu fýra árini.

 

Umleið 400.000 túsund fleri ferðafólk vitjaðu í Noregi við reikferðaskipum í fjør – ella 4,1 millón ferðafólk íalt. Tað eru serliga Vesturlandið, Møre og Romsdal, sum reikferðaskipini vitja.

 

Ítøkiliga 2.759 ferðir løgdu reikferðaskip (krús-skip) til bryggju í Noregi í 2019. Tað eru 212 fleiri enn í 2018. Tað er ein øking uppá 8 prosent.

 

Í Stavanger var stór øking, 50 fleiri reikferðaskip í 2019 enn í 2018. Samstundis var ein øking í ferðandi við reikferðaskipum til Stavanger uppá 129.000.

 

Kelda: Skipsrevyen