* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Í Suðuramerika og Karibia eru sjórænarar farnir at gera meira og meira um seg.

Alt fleiri sjórænaraálop í Suðuramerika og Karibia

Ein kanning, sum varð almannakungjørd í gjár, mikudagin, vísir, at sjórænarar gera alt meira um seg í Suðuramerika og í Karibia. Valdsnýtslan harðnar eisini í álopunum.

 

The Oceans Beyond Piracy (OBP) non-profit felagsskapurin staðfesti 71 sjórænaraálop í Suðuramerika og Karibia í 2017, tað er 164 prosent meira enn í 2016.

 

OBP sigur í frágreiðing síni, at flestu álopini fara fram nærindis landi, serliga verða ránini framd umborð á skipum, ið liggja fyri akkeri. Harðast rakt vóru skip og stuttleikabátar í Venesuela og í Kolumbia.

 

- Vit hava lagt til merkis stóran vøkstur í harðskapi í sambandi við rán umborð á skipum og stuttleikabátum, ið liggja fyri akkeri í Venusuela, Kolumbia og Suriname fyrsta ársfjórðing í ár, sigur Maisie Pigeon, sum er ein teirra, ið hevur skrivað frágreiðingina.

 

Seinast í apríl kostaði eitt álop á fiskimenn í Suriname tólv mannalív. Fiskimenninir vóru frá grannalandinum hjá Suriname, Guyana, og forsetin í Guyana, David Granger, rópti álopið fyri onki minni enn eitt blóðbað.

 

Í hesum mánaðinum kostaði eitt líknandi álop á ein fiskibát skiparanum lívið. Hinir av manningini sluppu frá álopinum á lívi.

 

Kelda: MarineLink