* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Alt fleiri sjórænarar gera um seg í Guinea-flógvanum

Ein brádligur vøkstur í vápnaðum ránum sæst í sjóøkinum út fyri vesturafrikonsku strondina. Tað boðar IMB (International Chamber of Commerce´s International Maritime Bureau) frá.

 

IMP-miðstøðin fyri sjórænarafráboðan hevur fingið fráboðan um 66 sjórænaraálop fyrsta ársfjórðing í 2018 í mun til 43 fráboðanir sama tíðarskeiðið í 2017, og 37 í 2016.

 

Taka vit alheimsstøðuna fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár, so vórðu 100 sjófólk tikin gíslar hetta tíðarskeiðið, og 14 sjófólk vórðu rænd av skipunum, tey sigldu við. Aftrat hesum komu fráboðanir um 12 sjórænararoyndir.

 

Bara í Guinea-flógvanum lupu vápnaðir sjórænarar á skip 29 ferðir fyrsta ársfjórðing í ár.

 

Tvey farmaskip vórðu rænd, meðan tey lógu fyri akkeri út fyri Cotonou í Benin miðskeiðis í januar og tíðliga í februar mánaði. Seinnapartin í mars vórðu tvey fiskiskip rænd 30 fjórðingar úr Nigeria og 27 fjórðingar úr Ghana.

 

- At skip verða rænd, meðan tey liggja fyri akkeri, vekir stúran. Endamálið hjá hesum sjórænarunum er at stjala olju, farm og at ræna manningarnar, sigur ein talsmaður hjá IMB.

 

Illa kroystir

Bara í Nigeria vóru 22 fráboðanir um sjórænaraálop fyrsta ársfjórðing í ár. Av 11 skipum í heiminum, vóru átta teirra álopin í nigeriskum sjógvi, teirra millum eitt 300.000 tons stórt tangaskip.

 

- Øll sløg av skipum verða rænd í Guinea-flógvanum, farmaskip, oljutangaskip, fiskiskip og so framvegis, og heilar manningar verðir tiknar til gísla. Í onkrum førum eru álopini steðgað við skotbápnum og aðrari útgerð, tá sjórænarar hava nærkast skipunum í jollum ella øðrum smáum bátum, sigur talsmaðurin hjá IMB.

 

Álop eru eisini framd á skip í somaliskum- og indonesiskum sjóøki.

 

Kelda: MarineLink