* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Diamond Princess liggur her í karantenu í Yokohama í Japan.

Alt fleiri smittað á karantenuraktum skipi

Japansku heilsumyndugleikarnir halda fram at finna smittað við coronavirusinum millum tey 3.700 ferðafólkini umborð á reikferðaskipinum, Diamond Princess. Skipið hevur ligið í karantenu í havnini í Yokohama síðan 3. februar, tá skipið kom úr Hongkong.

 

Í gjár vórðu 39 ferðfólk funnin aftrat við coronavirusinum, sum nú hevur fingið navnid “Covid-19”. Sostatt er talið á smittaðum nú komið uppá 174 umborð á Diamond Princess. Tey seinastu smittaðu vórðu funnin, tá royndir vórðu tiknar av 53 ferðafólkum í gjár, siga japonsku myndugleikarnir.

 

Tey smittaðu verða í løtuni flutt av skipinum, og koyrd á sjúkrahús í býnum. Sambært heilsumálaráðharranum er støðan álvarslig hjá fýra av ferðafólkunum, sum fyrr eru flutt í land.

 

Myndugleikarnir hava fyrr boðað frá, at skipið sleppur úr karantenuni 19. februar, men tímarnir og dagarnir ganga við sniglaferð fyri tey umleið 3.700 ferðafólkini umborð á einum krús-skipi, sum tey í løtuni ikki sleppa heim av.

 

Hollendska krús-skipið, Westerdam, leitar framvegis eftir einari havn, sum vil taka ímóti skipinum við 2.257 ferðafólkum og manningini. Tey hava ligið á havinum síðan 1. februar, og skipið hevur ikki boðað boðað frá virusraktum umborð. Kortini hava fýra lond boðað frá higartil, at tey vilja ikki hava skipið at koma inn í teirra havnir.

 

Talið av smittaðum við Covid-19 er nú meira enn 45.000, meðan meira enn 1.100 eru deyð sambært uppýsingum, sum tað hevur borið til at fingið.

 

Kelda: TradeWinds