
Altantic Airways høvuðsstuðul hjá Antares
Flogfelagið Atlantic Airways hevur fyri løtu síðani undurskrivað sáttmala við áhugafelagið Antares, um at stuðla útisiglarum í samband við ferðing til og frá arbeiði. Limirnir í felagnum fegnast um hesa avtaluna, sum kemur at geva útisiglarum heilt aðrar møguleikar í samband við ferðing til og frá Danmark.
Magni Arge sigur í stuttari viðmerking, at henda avtalan kemur rættiliga at geva Atlantic Airways flog undir veingirnar, og at menna felagið til at gerðast alt meira sjónligt millum manna. Vit kunna ikki annað enn fegnast um hesa serskipan fyri útisiglarar.