* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Alternativ til Panamaveitina í Nicaragua

Miðamerikanska landið Nicaragua hevur ætlanir um at byggja eina siglingarveit gjøgnum landið sum alternativ til Panamaveitina. The Grand Interoceanic Canal of Nicaragua kann verða liðug um fimm ár, stendur tað til fyrireikararnar, hvørs verkætlan fær stuðul frá einum kinesiskum stóríleggjara.

Mánadagin vitjaði ein sendinevnd úr Nicaragua undir leiðslu av serliga ráðgevanum hjá forsetanum, minister Dr. Paul Oquist, danska reiðarafelagið fyri at greiða frá verkætlanini, sum byrjar næsta ár. 

”Talan var um ein áhugaverdan fund. Um verkætlanin yvirhøvur verður veruleiki, er helst ov tíðliga at spáa um. Men hetta er ein spennandi verkætlan, og vit eru sjálvandi altíð áhugaðir í at økja um kappingina mest møguligt”, sigur Jan Fritz Hansen, varastjóri í Danmarks Rederiforening. 

Ein av fyrimununum við 200 km longu veitini verður, at sjálvt tey størstu skipini kunnu sigla ígjøgnum hana. Tað kunnu tey ikki í Panama, har Panamaveitin heldur ikki eftir útbyggingina, ið nú fer fram, kann taka tey allarstørstu skipini. 

Nicaragua-veitin fer at kosta umleið 40 mia. dollarar, hon verðurr 22 metrar djúp og verður før fyri at avgreiða bingjuskip so sum Maersk Lines Triple E-skipini. 

Kelda: Danmarks Rederiforening