* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Teir tríggir hjartalæknarnir á Landssjúkrahúsinum.

Altíð ein hjartalækni á vakt á Landssjúkrahúsinum

Við fígging úr serstøku serlæknapuljuni verður nú skipað soleiðis fyri, at hjartalækni er á vakt á Landssjúkrahúsinum alt samdøgrið.

Heilsuverkið er undir støðugari menning. Viðgerðirnar gerast fleiri og betri og tænasturnar verða alsamt meira spesialiseraðar. Tí er avgjørt at hava hjartalækna á vakt á Landssjúkrahúsinum alt samdøgrið.

Rudi Kollslíð, hjartalækni á Landssjúkrahúsinum heldur, at tað serliga hjá hjartasjúklingunum er umráðandi at neyðugar hjartakanningar verða gjørdar alt døgnið, hvønn einasta dag í árinum. 

- Stovnan av kardiologiskum vaktlagi á Landssjúkrahúsinum er eitt stórt framstig, fyrst og fremst fyri sjúklingarnar, men eisini fyri okkara starvsfelagar, bæði læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru í vakt. Hjartasjúkur eru ofta akuttar. Kanningar og viðgerðir eiga at vera so rættar og skjótar sum til ber og kunnu ikki altíð snikkaleyst bíða til dagin eftir, sigur Rudi Kollslíð. 

 

- Hetta er eitt stórt frambrot fyri føroyskar hjartasjúklingar. Hjartasjúka kann raka nær sum helst á døgninum og viðhvørt stendur um lív. Við hesari raðfesting kunnu vit veita kardiologiska tænastu alt samdøgrið alt árið”, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg. 

Landssjúkrahúsið fer sostatt at veita eina kardiologiska tænastu, sum er í samsvari við tilmælið hjá danska Heilsustýrinum um, at øll sjúkrahús, sum taka ímóti akuttum medisinskum sjúklingum, kunnu veita kardiologiska tænastu í vaktini. Í løtuni starvast tríggir hjartalæknar á Landssjúkrahúsinum.

Nýggja skipanin varð sett í verk 1. apríl.