* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Altjóða dagur fyri sjófólk

Í gjár, týsdagin 25. juni, var altjóða dagur fyri heimsins sjófólk.

 

Í dag eru umleið 1,5 milliónir sjófólk í heiminum. Hetta eru fólk, sum arbeiða úti á havinum í longri tíðarskeið í senn og liva undir krevjandi viðurskiftum.

 

Umleið 90 prosent av øllum vørum verður flutt við skipi, og hetta verður mett at vera mest umhvørvisvinarligi hátturin at flyta stórar mongdir.

 

Tað var sjófartsfelagsskapurin hjá ST, IMO, sum í 2010 valdi 25. juni at minnast og heiðra heimsins sjófólk, og minna heimin á, hvussu týdningarmikil sjófólk eru fyri allan heimin.

 

Í ár, altso í 2019, hevur ST gjørt av at seta kikaran á javnrættindi millum kynini til sjós.

 

- Styrkir tú ikki kvinnurnar á arbeiðsplássinum, missir tú eina rúgvu av talentum, sigur aðalskrivarin í IMO, Kitack Lim.

 

Kelda: IMO/Skipsrevyen