* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Altjóða reglur fyri LNG í eygsjón

IMO er til reiðar við einum uppskoti til eitt samlað altjóða bindandi regluverk fyri nýtsluna av flótandi natúrgassi, LNG. Á ársfundinum í undirnevndini hjá IMO fyri Carriage of Cargoes and Containers (CCC 1) eru limalondini komin ásamt um innihaldið í eini nýggjari altjóða kotu.

Kotan inniheldur millum annað ávísingar um rætta plasering av brennievnistangum. brunateknisk tiltøk og krøv um eyka vernd av maskinrúminum. Nýggja regluverkið styrkir trygdina og ger tað lættari hjá reiðaríunum at gera stakar vandagreiningar. 

Sum partur av vakstrarætlanini Det Blå Danmark verður arbeitt miðvíst við at stuðla og íverkseta átøk, ið gera tað lættari at brúka flótandi natúrgass. Sjóferðslustýrið hevur í hesum sambandi havt nært samstarv við ymiskar íognarar á vinnulívsøkinum og leypandi hjálpt til við lidna úrslitinum, sum nú fyriliggur. 

Roknað verður við, at uppskotið til kotuna verður endaliga góðtikið í november, og síðani verður tað væntandi samtykt í 2015. Sjálvar reglurnar koma í gildi í 2017. 

Kelda: Søfartsstyrelsen