* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Intermarine og Zeaborn fara í samstarv á alheims farmamarknaðinum.

Altjóða samstarv millum Intermarine og Zeaborn

Amerikanska Intermarine og týska Zeaborn eru farin í altjóða samstarv í avbjóðandi prosjektlast- og tungídnaðinum. Roknað verður við, at felagið fær fleiri enn 100 skip í flotan.

 

Partaeigararnir í nýggja Zeamarine hava bundið seg til at skjóta meira pening seinni til tess at økja samstarvið og vaksa felagið.

 

Í byrjanini vera 75 skip í felagnum, men við ársskiftið 2018-19 verður roknað við, at fleiri enn 100 skip eru í flotanum hjá samtakinum.

 

Samstarvið fer eisini at umfata skrivstovur og starvsfólk hjá Intermarine og Zeaborn.

 

- Hvør einstøk eind og hvørt einstakt starvsfólk hjá feløgunum veita nýggja samtaksfelagnum stór virði. Intermarine er eitt kent felag í USA, Suðuramerika og Asia, og Zeaborn er ógvuliga sterkt í Asia og Evropa, sigur høvuðseigarin í Zeaborn, Ove Meyer.

 

Intermarine varð stovnað í 1990 í New Orleans, Louisiana, har last- og kundaloysnir komu í fyrstu røð.

 

Zeaborn hevur økt um farmasiglingina við ferð seinastu fimm árini bæði í Evropa og í Fjareystri.

 

- Hesin pallurin fer framhaldandi at styrkja menningina innan fleiri øki á alheims marknaðinum, sigur Andre Grikitis, forstjóri í Intermarine, LLC.

 

Kelda: Zeaborn og Seatrade Maritime News