* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av tangaskipunum hjá Norden.

Altjóða samtak fyri CO2-nevtralan farmaflutning

Eitt nýtt altjóða samtak við shipping-reiðaríum hevur sett sær fyri at gera eitt CO2-nevtralt skip áðrenn 2030. Tað skrivar Søfart.

 

Tað er Global Maritime Forum, sum hevur tikið stig til samtakið, sum rópar seg “Getting To Zero Coalition.” Í løtuni eru umleið 70 aktørar við, teirra millum Mærsk, DFDS, Torm, Maersk Tankers og Norden. Alt reiðarí, sum føroyingar sigla við.

 

2030 er sett sum evstamark havandi í huga, at livialdurin á einum skipi verður mettur til 20 ár ella eldri. Tí skal handlast nú, um farmavinnan skal kunna liva upp til skyldurnar í París-sáttmálanum um at minka CO2-útlátið niður í helvt áðrenn 2050.

 

- Tað krevur nýggja tøkni og brennievni, og vit megna hetta ikki einsamøll. Slíkt krevur breitt samstarv tvørturum alla vinnuna, og eg síggi hetta sum eitt stig á rætta leið, sigur stjórin í reiðarínum Norden, Jan Rindbo.

 

Hjá Maersk verður sagt, at effektivisering hevur minkað CO2-útlátið – roknað fyri hvørja bingju - við 41 prosentum seinastu 10 árini, men har halda tey, at effektivisering er ikki nógmikið í longdini.

 

Tað eru onnur enn reiðarí í nýggja samtakinum, eisini fyritøkur, sum onkursvegna vara av CO2-útláti, teirra millum eru Shell, MAN Energy Solutions og Vestas.

 

Kelda: Søfart