* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Álvarsligt arbeiðsóhapp í havnini í Hirtshals

Eitt betongdekk er rapað oman yvir arbeiðsmenn undir umvælingararbeiði, og seks mans hava fingið skaða, tveir teirra hava fingið álvarsligan skaða.

 

Ongin av monnunum hevur mist vitið, og teir eru uttanfyri lívsvanda. Men tveir teirra eru álvarsliga løstaðir og eru koyrdir á Aalborg Universitetssjúkrahús. Hinir eru koyrdir á Vendsyssel Sjúkrahús í Hjørring.

 

Tað sigur Henrik Skals, sum er varapolitiinspektørur hjá løgregluni í Norðurjútlandi.

 

- Betongdekkið er onkursvegna brotnað, meðan teir hava umvælt tað, og allir menninir komu at liggja undir. Teir búgva allir í lokaløkinum, og teir hava allir arbeitt hjá somu fyritøku í fleri ár, sigur Henrik Skals.

 

Tey avvarðandi hava fingið fráboðan um óhappið.

 

Kelda: ritzau og Søfart