* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
USS Theodore Roosevelt.

Amerikanska sjóverjan hevur fingið koronasmittuna

Ímeðan Donald Trump, forseti, longu tosar um at lata USA uppaftur til páskir, heldur koronavirusurin fram at breiða seg við nógvari ferð í landinum. Nú hevur virusurin eisini rakt amerikanska flotan, tí tríggir av manningini á flogberanum, USS Theodore Roosevelt, hava fingið sjúkuna.

 

Amerikanski flogberin var staddur í Miðjarðarhavinum, tá kanningarúrslit vístu, at tríggir av manningini høvdu fingið Covid-19. Teir vórðu beinanvegin avbyrgdir, og seinni vórðu teir fluttir av skipinum við hernaðarflogfari, boðar amerikanski flotin frá.

 

Hetta er fyrstu ferð, at koronasmitta er staðfest umborð á einum amerikonskum herskipi. Manningin umborð at USS Theodore Roosevelt er upp á 5.000. Fyribils heldur flogberin fram á arbeiðsferð síni sum ætlað.

 

Seinast, skipið var í havn, var í Vjetnam fyrr í hesum mánaðinum. Har fekk manningin loyvið at fara í land, men tað er kortini ógreitt, um teir tríggir smittaðu eru smittaðir í Vjetnam.

 

Kelda: The Hill / Maritime Danmar