* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Amerikanskir politikarar: Insulin er vorðið alt ov kostnaðarmikið

Demokratiskir limir í umboðsmannatinginum hava vent sær til tríggjar av størstu insulinframleiðarunum, teirra millum Novo Nordisk. Teir vilja hava at vita, hví insulin er vorðið so kostnaðarmikið.

        

Kasia Lipska, granskari við Yake Universitetið, sigur við Berlingske, at talan er um eina veruliga kreppu.

 

- Hetta er ræðuligt og kann á ongan hátt góðtakast, tí sjúklingar við sukursjúku noyðast at berjast, teir noyðast at avmarka heilivágsnýtsluna og í onkrum føri doyggja teir, tí teir hava ikki ráð til insulin, ið er eitt evni, sum er alneyðugt fyri at yvirliva, sigur Kasia Lipska við Berlingske.

 

Novo Nordisk sigur við Berlingske, at tey nú eru í gongd við at savna inn tilfar, soleiðis at tey kunnu svara amerikansku politikarunum.

 

Mánadagin segði ein amerikanskur diabetessjúklingur, Allison Bailey, við Berlingske, at tað er nívandi og óhugaligt, at insulinframleiðararnir halda fram at hækka prísirnar, tá teir vita, at sjúklingarnir frammanundan hava tað trupult.

 

- Tey “prísa” sjúklingarnar til deyða. Nær fáa framleiðararnir nóg mikið, spyr Allison Bailey.

 

Kelde: Berlingske