* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tangaskip hjá Dalian Tankers.

Amerikonsku revsiatgerðirnar ímóti kinesiska Cosco skjótt tiknar burtur

Ónevndar keldur siga við Reuters, at amerikonsko revsitiltøkini, sum USA hevur sett kinesiska reiðarínum, Cosco, skótt vera tikin burtur.

 

Ein ónevnd kelda sigur við Reuters, at tekin eru um, at amerikonsku revsiatgerðirnar móti skipum undir Cosco skjótt verða burturbeind. Hugsa verður her um reiðaríið, Dalian Tankers, sum Cosco eigur.

 

Revsitiltøkini ímóti Dalian Tankers vórðu sett í verk, eftir at USA helt seg fáa prógv fyri, at skip hjá felagnum sigldu ólógligar last úr Iran.

 

Tíðindini vóru ein skelkur fyri tangaskipamarknaðin, og nógvir avskiparar valdu at fara uttanum kinesisk tangaskip fyri at vera á tryggu síðuni.

 

Kostnaðurin fyri at ferma olju hækkaði nógv beinanvegin, tí nógv skip soleiðis vórðu tikin av marknaðinum samstundis. Men tá tað gjørdist greitt, at revsiatgerðirnar bara raktu Dalian Tankers, fall prísurin aftur.

 

Kelda: Shippingwatch