* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ammoniakk-framleiðsluskip.

Nógv góð uppskot eru komin til, hvar og hvussu grønt brennievni kann framleiðast í framtíðini. Seinasta hugskotið kemur frá bretska felagnum, Core Power, sum ætlar at framleiða bíligt ammoniakk við hjálp frá flótandi kjarnorkuverkum til sjós.

 

Sambært Core Power fer felagið við Molten Salt andgeri at framleiða ammoniakk fyri 230 dollarar fyri tonsið, sum er undir sjálvt mest optimistisku útrokningunum fyri ammoniakk, framleitt í landi.

 

Felagið leggur dent á, at andgerini (reaktorarnir) kunnu setast umborð á FPSO-líknandi skip, sum skipasmiðjurnar frammanundan hava royndir í at smíða, og sum kunnu framleiðast bíliga. Aftrat tí kemur, at avmarkingarnar i sambandi við framleiðslu til sjós verða færri samanborið við framleiðslu á landi.

 

At enda verður víst á, at framleiðslan kann flytast, hon verður mobil, og kann altso flytast hagar, mest tørvur er á henni.

 

- Framleiðsla av grønum ammoniakki til sjós við hjálp av framkomnari kjarnorkumegi verður frammanfyri allar aðrar orkukeldur, sigur dr. Rory Megginson, frá Core Power.

 

Kelda: Maritimedanmark