* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Jørgen Niclasen var fegin um valúrslitið leygardagin.

(Mynd: Kvf)

Andstøðan sterkari eftir løgtingsvalið

Fólkaflokkurin gjørdist sum væntað størsti flokkur á tingi á løgtingsvalinum leygardagin. Sannlíkasta samgongan verður tískil millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin. Men Aksel V. Johannesen hevur ikki lagt kongin enn.

 

- Enn síggi eg nakrar møguleikar, og fyrr enn eg havi tosað við nakrar av hinum floksformonnunum, latið eg ikki initiativið at skipa samgongu til nakran annan, segði formaður javnaðarfloksins og sitandi løgmaður, Aksel V. Johannesen, tá valúrslitið var greitt leygarkvøldið.

 

Men lítið bendir á, at løgmaður fer at fáa sín vilja. Til dømis vísti formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, aftur at skipa samgongu saman við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkimum.

 

Stór útskifting

Stór útskifting fór fram á løgtingsvalinum, og mong av kendu andlitunum á tingi fullu. Teirra millum, sum ikki vórðu afturvald, var formaðurin í Sjálvstýri, Jógvan Skorheim. Javnaðartinglimirnir Rigmor Dam, Eyðgunn Samuelsen, Kristianna Winther Poulsen og Jónleif Johannesen fullu eisini.

           

Tjóðveldi misti tingformannin seinastu fýra árini, Páll á Reynatúgvu, sum ikki varð afturvaldur. Aftrat honum fullu hesi tjóðveldisfólkini: Katrin Kallsberg, Pauli Trónd Petersen, Óluva Klettskarð, Magni Arge og Ingolf S. Olsen, sum hevur sitið á tingi sum eykamaður stóran part av seinastu tingsetuni.

 

Í løtuni sær út til, at bæði Hanna Jensen og Ruth Wang eru falnar hjá Framsókn. Men bara ein atkvøða skilir Poul Michelsen og Ruth Wang, so her kunnu henda broytingar í fínteljingini.

 

Aksel V. Johannesen fekk nógv flestar atkvøður á løgtingsvalinum, 2.327 atkvøður íalt. Næstur løgmanni var Bárður á Steig Nielsen, sum fekk 1.220 atkvøður.