* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Antares gjørt viðmerkingar til Pensjónsnýskipanina

Áhugafelagið Antares hevur sent løgtinginum viðmerkingar til fimm av teimum seks lógaruppskotunum, sum eru til viðgerðar í tinginum í løtuni, í sambandi við ætlaðu Pensjónsnýskipanina.

Viðmerkingarnar hjá felagnum til uppskotið til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., eru hesar:

"Tað er at fegnast um at møguleiki er at fáa framskunda pensjón, og at tey sum ynskja kunnu útseta pensjónina. Hetta fer heilt víst at gagna limunum hjá Antares. Eisini er tað at fegnast um at mótrokningin millum hjún verður tikin burtur. Hetta fer at javnstilla gift og sambúgvandi.

Ætlaða hækkingin av pensjónsaldrinum er í lagi. Tað er einans møguligt at hækka aldurin ½ ár hvørji 5 ár við 10 ára freist. Hetta ger, at fólk hava møguleika at venja seg við, at pensjónsaldurin hækkar. Grundupphæddin eigur at vera til øll, líkamikið inntøku. Eins og AMEG ikki verður mótroknað, tald við í inntøkugrundarlagið, so skal ei heldur mótroknast fyri sosialar pensjónir, goldnar úr øðrum londum, t.d. ATP úr Danmark.

Hesar pensjónir skulu javnsetast við útgjald úr AMEG."

Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin

Viðmerkingarnar til uppskotið til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, eru hesar:

"Tá lógarsmíð viðvíkur millumtjóða avtalur Føroya, standast flestu trupulleikarnir, ið borgarar koma út fyri, av umsitingini, ið ofta verður fløkt, í mun til torgreiðar reglur. Vit hava sæð í slíkum málum, at rættartrygdin hjá borgarum hevur verið fyri álvarsligum avbjóðingum. Tí er umráðandi, at umsitingin -tað veri seg Taks ella onnur umsiting - fær greiðar reglur at arbeiða eftir. 

Gjaldið til AMEG er av skattaðum pengum. Eisini verður útgjaldið úr AMEG skattað. Hetta ger, at tað bæði er skattað við inngjald og útgjald. Hetta eigur at verða broytt. Serliga tá AMEG skal vera ein enn størri partur av pensjónsskipanini. 

Hækkanin av AMEG gjaldinum er ein varandi skattahækking til tey, sum arbeiða undir FAS og DIS. Hesir bólkar fáa ongan ágóða av einari møguligari skattalækking, sum ein sparing í pensjónum kann viðføra. Tey í FAS gjalda ein flatan skatt á 35% frá fyrstu krónu umframt ALS, Barsil, AMEG og kringvarpsgjald. Samlað nærkast skatturin hjá teimum 40%.

Tað skal viðmerkjast at flatskatturin á 35% ikki kemur í landskassan, men verður fluttur aftur til reiðaran. Tey í DIS gjalda ikki skatt í Føroyum, sambært avtalu millum Danmark og Føroyar. Tó gjalda tey AMEG gjald og kringvarpsgjald. Eisini gjalda tey í DIS inn til ATP í Danmark. ATP kann samanberast við AMEG. Gjaldið til ATP er ikki eins høgt og til AMEG, og tí er útgjaldið lægri úr ATP samanborið við AMEG. Tó, so verður goldið til tvær ymiskar, men eins, skipanir.

Skotið verður upp, at inngjaldið til AMEG verður gjørt til ein frádrátt í skattinum fyri vanligar løntakara og tey sum arbeiða uttanlands, men gjalda skatt í Føroyum. Fyri tey í FAS eigur hækkingin til AMEG at verða trekt av tí flata skattinum. Antin við at reiðarin fær minni afturborið ella landskassin kompenserar løntakaran. Fyri tey í DIS eigur inngjaldið til ATP at kunna dragast frá inngjaldinum til AMEG. Inngjaldið til ATP er lágt samanborið við AMEG og tí vilja tey undir DIS altíð koma at gjalda AMEG. Tó umganga tey at skula gjalda dupult gjald.

Viðvíkjandi §1, nr. 2: í uppskotinum til broyting av § 2, stk. 2 verður sagt, at arbeiðsgevarar ikki skulu gjalda AMEG fyri útlendingar undir FAS. Hetta er ikki í tráð við Norðurlendsku Konventiónina um Sosiala Trygd. Allir norðurlendingar hava rætt til AMEG útgjald, um so er, at teir hava goldið inn til AMEG. Teir skulu sambært konventiónini velja um teir vilja vera sosialt tryggjaðir í Føroyum ella bústaðarlandinum.

Eisini eiga teir rætt til føroyska fólkapensjón, um teir ynskja at vera tryggjaðir í Føroyum. Tí eiga arbeiðsgevarar einans at sleppa undan at gjalda fyri løntakarar, ið ikki eru norðurlendskir ríkisborgara, ella hava valt at vera sosialt tryggjaðir í bústaðarlandinum.

Viðvíkjandi §1, nr. 3: Í nýggja nr. 7 í §2, stendur: “Umsóknin, sum skal latast TAKS, er galdandi frá móttøkudegnum at rokna.” Vísandi til avgerð nr. 16/00324 hjá kærunevndini í Almanna- og heilsumálum, ið ikki tekur undir við eini slíkari umsiting av umsóknum viðvíkjandi Heilsutrygd.

Áðrenn henda lóg kemur í gildi, hevur Norðurlendska Konventiónin um Sosiala Trygd verið galdandi í nógv ár og sama er við §55 í stýrisskipanarlógini. Føroyar hava tvískattasáttmálar við nógv ymisk lond og teir sáttmálarnir hava verið umsitnir uttan serliga áseting í skattalógini um frítøku. Tískil kann ikki sigast við nakrari vissu, at broytingin í uppskotinum verður løgfrøðiliga haldbar, fyrr enn roynd í rættarskipanini. 

Viðvíkjandi §1, nr. 5: Í § 3, stk. 2, síðsta punktum stendur, at “Ár við frítøku eftir § 2, stk. 7 verða ikki tald við.” Tað er jú sera rímiligt. Men hvat so, um ein hevur arbeitt í 43 ár og havt 3 ár við frítøku? Hvussu verður tað roknað? Viðmerkingarnar áttu at lagt upp til, at greiðar leiðreglur verða gjørdar.

Í 1.2 í viðmerkingunum stendur soleiðis: “Tó er tað soleiðis, at hesir persónar í dag hava rætt til at verða frítiknir, um teir kunnu ávísa, at teir eru sosialt tryggjaðir í øðrum norðurlandi.” Hetta halda vit er rætt, men tað heldur umsitingin ikki og øll, ið hava søkt um frítøku við nevndu grundgeving, hava fingið sýting.

Felagið Antares hevur ofta sóknast eftir einari greining av, hvat hendir um ein rindar í øðrum norðurlandi og ikki søkir frítøku í Føroyum. Kann man so fáa eftirløn, bæði úr Føroyum og úr t.d. Noregi? Vildi tað verið í samsvarið við Norðurlendsku Konventiónina um Sosiala Trygd?

Helst fara fleiri slík frábregði at vísa seg, og vit sakna í viðmerkingunum eina tilsiping til tað og hvussu slíkir ivaspurningar skulu loysast."

Eftirlønarlógin

Viðmerkingarnar til uppskotið til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Eftirløn (Eftirlønarlógin), eru hesar:

"Tað er sera umráðandi, at øll pensjónsnýskipanin tekur atlit til, at 2000 føroyingar arbeiða uttanfyri Føroyar. Hesir Føroyingar gjalda ofta bæði skatt í arbeiðslandinum og Føroyum. Men arbeiðsgevararnir virka ikki eftir føroyskum lógum. Hesin trupulleikin má vera partur av pensjónsnýskipanini og lýsast væl og virðiliga.

Tað er sera umráðandi, at rætturin til frítøku fyri løntakara við útlendskum arbeiðsgevara og pensjónuppsparing uttanlands verður varðveittur og víðkaður. Í øðrum lógaruppskotum í hesi ætlaðu pensjónsnýskipan, eru atlit tikin fyri norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygging. Men ikki í hesari lógini. Ein persónur, ið er sosialt tryggjaður í øðrum norðurlandi og harvið partur av almennum pensjónsskipanum har, skal eisini rinda til føroyska pensjónsuppsparing.

Upphæddin av inngjaldi av sosialum gjøldum til onnur norðurlond er skattafrí í Føroyum, men øll útgjøld haðani verða skattað sum A-inntøka í Føroyum, sambært norðurlendska tvískattasáttmálanum. Men eftir stendur, at sum er gjalda persónar búsitandi í Føroyum, ið starvast í øðrum norðurlandi, eftirløn til bæði londini.

Í norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygging er ásett, at ein ikki kann fáa sama útgjald úr tveimum londum samstundis. Hesir persónar eru - umframt at gjalda til tvær skipanir - í vanda fyri at missa aðra eftirlønina. Ongin greining er gjørd um hetta og ikki ber til at fáa nakað svar frá umsitingini, um hetta veruliga er so. Tí heita vit á løgtingið um at taka atlit til norðurlendska samstarvið í pensjónsnýskipanini.

Almannaveitingar t.d. barsil útgjald, barnakekkur og arbeiðsloysisstuðul úr øðrum londum, eiga at vera undantikin kravda pensjónsgjaldinum. Hetta fyri at umganga, at hesar veitingar lækka so hvørt sum pensjónsgjaldið hækkar. Myndugleikar í øðrum londum leggja ikki kravda føroyska pensjónsgjaldið afturat veitingini. T.d. er barsil veitingin fyri teir, sum sigla undir DIS/DAS, 4245 kr. um vikuna. Hetta er skattskyldugt í Føroyum, sambært tvískattasáttmálanum.

Men um tað kravda pensjónsgjaldið skal rindast av hesari veiting, so minkar veitingin meira enn ein møgulig regulering, gjørd av donskum myndugleikum, av hesari veiting. Hetta ger tað uppaftur truplari hjá teimum undir DIS/DAS at fara í barsil. Tí er neyðugt at útlendskar almannaveitingar vera undantiknar pensjónsgjaldinum. Kravið um, nær byrja eigur at vera goldið til eftirløn, eigur at verða sett til 40 ár áðrenn pensjónsaldur. 

Hesi 40 árini eru tey somu, sum er krav fyri at fáa fult útgjald úrAMEG. Hetta fyri at lesandi og ung, ið hava eitt arbeiði nakrar fáa tímar um vikuna, fáa sum mest av lønini útgoldnað. Tey gjalda til AMEG, og tað eigur at vera nokk at byrja við. Pensjónsgjaldið eigur at vera roknað av einari samanlagdari A og B inntøku og ikki hvør sær sum nú. Tá gjaldið nú verður lækkað niður í 12 %, og flestu løntakarar hava eina avtalu um pensjónsgjald á 15-18%, kann tað gerast óheppið, um mann t.d. hevur goldið 15% í eftirløn av síni A-inntøku og so skal gjalda 12% av einari lítlari B-inntøku.

Dømi. A-Inntøka 300.000. Lógarkravið er 12% = 36.000 kr., men løntakarin hevur eina avtalu um 18% = 45.000 kr. Her eru goldnar 9000 kr. meira enn lógarkravið. Hesin sami løntakarin hevur eina B-inntøku á 30.000 kr., men her er ongin avtala um eftirløn. Lógarkravið er 12% av 30.000 = 3600 kr. Hetta kravið eigur at falla burtur, tí viðkomandi hevur í A-inntøkuni longu goldið lógarkravda gjaldið á 12%.

Tey, sum hava útlendskan arbeiðsgevara og eru umfatað av pensjónsskipan uttanlands og hava søkt um frítøku sambært §1 stk. 9 í Eftirlønarlógini, skulu spara upp sambært kunngerð nr. 165/2013 sum broytt við kunngerð nr. 31/2017. Her er § 1 stk. 6 broytt stk. 7 strikað við broytingini í kunngerð 31/2017.

Henda broyting ger, at einans varandi pensjónsveitingar, lívrenta og lutapensjón uppfylla kravið um gjald til pensjón. Samstundis er greinin, sum linkaði kravið um, hvussu nógv % skulu gjaldast, strikað. Hetta ger at kunngerðin er meira víðgongd enn lógin leggur upp til. Í lógini er møguligt at fáa upp til 15% sum kapitalpensjón. Hesin møguleiki er tikin frá teimum, sum hava útlendskan arbeiðsgevara og útlendska pensjónsuppsparing.

Kunngerðin eigur at verða broytt soleiðis, at møguleiki er at spara upp til kapitalpensjón eins og aðrir føroyingar."

Javningarprosent

Viðmerkingarnar til uppskotið til Løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar, eru hesar:

"Uppskotið leggur upp til at javna við almenna lønarvøkstrinum og prístalinum, tó ongantíð meira enn lønarvøksturin. Javnað eigur eisini at verða í mun til privata lønarvøksturin. Tí eigur at verða sett í lógina, at javnað verður av miðal lønarvøkstrinum hjá bæði tí almenna og privata.

Um tann privati lønarvøksturin er 2% og tann almenni 1%, so skal javnast við 1.5 %. Hetta tí at almannaveitingar eisini verða veittar til privatar løntakarar, og tí eiga teirra lønir eisini at vera við til at javna almannaveitingarnar."

Almannaveitingar 

Viðmerkingarnar til uppskotið til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum, eru hesar:

"Markið fyri mótrokning eigur at verða sett til botnfrádráttin hjá landinum. Markið fyri mótrokning eigur, um tað ikki fylgir botnfrádráttinum hjá landinum, at verða javnað hvørt ár, eins og veitingarnar. Gott er, at almannaveitingar verða javnaðar hvørt ár, so tær fylgja vanliga prísvøkstrinum."

Kelda: Áhugafelagið Antares