* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Antares svarar Hans Jákupi Mikkelsen

Í tíðargrein á in.fo greiðir Hans Jákup Mikkelsen frá, tá hann fekk eina heilabløðing og fekk hjálp á Ríkissjúkrahúsinum. Vit mugu gleðast um, at tað gekk væl og hann framvegis er millum okkum. Hetta norðurlendska samstarvið er gull vert fyri okkum, hevur bjargað mongum mannalívi og givið mongum føroyingi betri lívsvirði.

Men so fer hann yvir í skattaskipanina, og har eru fleiri misskiljingar. Tí eisini har er gott norðurlendskt samstarv.

Hann sigur millum annað: “Føroyingar, sum sigla í øðrum londum, ella arbeiða í øðrum londum, rinda ikki skatt í Føroyum”. Hetta er lutvíst skeivt og eisini alt ov einfalt sagt.

Í prinsippinum er tað soleiðis, at øll, sum hava bústað í Føroyum, rinda skatt her. Men so er tað hetta vælsignaða norðurlendska samstarvið, sum m.a. ger, at føroyingar kunnu fara á Ríkissjúkrahúsið og á Landsspitalin o.s.fr. Tað samstarvið virkar bæði aftur og fram og allar vegir. Hetta sama samstarvið ger, at føroyingar kunnu arbeiða í útlandinum, uttan at verða dupultskattaðir, bæði í arbeiðslandinum og í Føroyum. Um so var, hevði ongin føroyingur arbeitt uttanslands.

Vit føroyingar hava altíð erpað okkum av, at vit eru fleksiblir. Vit kunnu skjótt fara allastaðni og vit kunnu brúkast og eru eftirspurdir allastaðni. Vit hava eisini altíð gjørt tað. Føroyingar, sum í farnum tíðum fóru til Grønlands at rógva út, til lands í Íslandi og við norskum, týskum og enskum fiskikipum, hava til dagin í dag verið lýstir sum siðsøguligar fólkahetjur. Sangir eru yrktir um teir, bøkur eru skrivaðar og bæði útvarps- og sjónvarpssendingar eru gjørdar um hesi megnarfólk, sum í trongum tíðum fóru langt av landi at vinna breyð.

Men so hendi eitt skifti. Hesi londini, Grønland, Ísland, Noreg og onnur við, fóru at krevja skatt av teimum. Tá máttu okkara politikkarar taka stig til, at hesi framvegis kundu halda fram og fáa úrtøkuna heim, hóast ikki beinleiðis skattur fekst frá teimum. Tí ikki var pláss á føroyska arbeiðsmarknaðinum fyri, at øll hesi fólkini knappliga komu heim. Soleiðis fóru Føroyar uppí norðurlendska tvískattasáttmálan. Men sjálvandi, tá gjørdust siðsøguligu hetjurnar til snúltarar, antin av øvund ella av vantandi vitan.

Í dag arbeiða umleið 10% av føroysku arbeiðsmegini uttanlands. Í 2012 var talið næstan 2500, ella væl meira enn bæði fiskavøruídnaðurin og alivinnan tilsaman. Hetta ger, at føroyski arbeiðsmarknaðurin hevur eitt sterkt eyka bein at standa á, ið er við til at mótvirka búskaparlig sveiggj. Hetta hava føroyskir politikkarar ásannað, og helst er hetta ein viðvirkandi orsøk til, at Føroyar hava tvífalt so høgt fólkatal, sum t.d. Hetland, ið av røttum skuldi havt betri møguleikar í somáta.

Hans Jákup nevnir tríggjar skipaskrásetingar. DIS, NIS og FAS. Av hesum eru tað DIS og FAS, danska og føroyska skrásetingin, sum eru knýttar beinleiðis at eini skattaskipan. Tann norska, NIS, er ikki tað.

Danska skipanin DIS er skipað soleiðis at sjófólkið fær nettoløn. Føroyskir myndugleikar hava í avtalu við Danmark góðtikið hetta, soleiðis at føroyingar kunnu halda fram at sigla har, uttan at verða skattaðir av síni nettoløn í Føroyum. Annars máttu nøkur hundrað føroysk sjófólk funnið sær arbeiði á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tað vildi helst verið trupult og tað atlitið hava føroyskir politikarar tikið, tá tey hava gjørt hesa avtaluna. Fleiri ferðir hevur verið upp á tal at broyta avtaluna ella gera onnur tiltøk, men tað er ongantíð gjørt, tí politikarar hava sæð, at hetta tænir ikki heildini. Roknistykkið gongur ikki upp. Annars eru hesi føroysku sjófólk við donskum skipum við til at gjalda fyri Ríkissjúkrahúsið.

Tey sum sigla við skipum í FAS, rinda sín skatt til landskassan, men so hevur landið valt at endurrinda reiðarum skattin, fyri at fáa uppbygt ein føroyskan handilsflota. Sjófólk í FAS gjalda sjálvandi fult gjald til ALS, Barsilsgrunnin, Heilsutrygd og AMEG. Í 2011 var mett, at inntøkuskapanin í samfelagnum av FAS- relateraðum virksemi var um 350 mió. Eg rokni ikki við, at nógv fólk trúgva uppá, at vit høvdu verið betur farin uttan henda skipaflota. Skipini hjá Smyril Line og Skansi Offshore kunnu nevnast sum dømi. Fleiri hundrað føroysk arbeiðspláss høvdu farið fyri onki, um FAS skipanin varð avtikin. Harafturat hevði føroyski arbeiðsmarknaðurin mist inntøkurnar av tænastuveitingum til hesi skip og reiðarí.

Føroyingar, sum sigla við NIS skipum, rinda skatt í Føroyum, um so er, at skipið arbeiðir uttanfyri norskt sjóøki. Og tað eru tey oftast. Innanfyri norskt sjóøki, skal skattur rindast í Noregi, sambært tvískatta avtaluni. Skal skattur eisini rindast í Føroyum, hevði lítið verið eftir av inntøkuni og føroyski arbeiðsmarknaðurin hevði tódnað við fleiri hundrað arbeiðsplássum.

So eitt er, at útlendski parturin av okkara arbeiðsmarknaði er við til at geva okkum eitt eyka bein at standa á. Annað er, at hetta skapar ein peningafloym inn í føroyska samfelagið uppá meira enn eina milliard, ið er við til at skapa virksemi og førir til aðrar inntøkur enn beinleiðis skatt, umframt sjálvandi at hesi eisini rinda nakað av beinleiðis skatti eisini.

Tøl fyri 2012 vísa, at arbeiðsmegi uttanlands geva líka stórt ískoyti til landskassan sum alivinnan og væl meira enn fiskavøruídnaðurin á landi.

Eisini hevur oftað verið frammi um at broyta norðurlendsku tvískattaavtaluna, soleiðis at gjaldast skal í bústaðarlandinum. Men tað er trupult og er ikki gjørt. Men um tað hevði hent, høvdu vit samstundis avskrivað okkum møguleikan at krevja skatt frá útlendskum arbeiðsfólki í einari komandi føroyskari oljuvinnu, sum vit framvegis hava vónir til.

Eg fari at mæla Hans Jákupi til at seta seg betri inn í samanghangin við arbeiðsmegini uttanlands og tey atlit, sum føroyskir politikarar hava tikið og mugu taka. Tí heilt so einfalt, sum hann ger tað til, er tað ikki.

Vegna Antares, felag teirra ið arbeiða uttanlands

Dánjal Jákup Meinertsson, formaður