* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Antwerpen á veg við landstreymi

Munandi umhvørvisábøtur eru á veg í Antwerpen, har havnarmyndugleikarnir nú hava gjørt fleiri avtalur, ið gera tað møguligt at skipa fyri landstreymi til skipini um stutta tíð. ABB og Siemens eru millum veitararnar av útgerðini.

Antwerpen kann longu sum er veita prámum og sínum egnu tænastuskipum landstreym, men kósin er greið. Havnin fer “um fá ár” at bjóða øllum skipum landstreym, so tey kunnu sløkkja motorarnar, meðan tey liggja við bryggju, og harvið spara kringumstøðunum fyri svávul-, CO2- og bitlaútlátum.

“Skip verða í alt størri mun bygd við hentleikum, sum gera tey før fyri at gagnnýta landstreym, men nýtslan av teimum er framvegis rættiliga avmarkað. Í ymsu liðunum í ketuni eru framvegis operationellir, tekniskir og fíggjarligir spurningar. Vit ætla at hyggja nærri at hesum spurningum í okkara verkætlanini og á henda hátt tryggja eina væleydnaða íverksetan,” sigur Stephan Vanfraechem, stjóri í Alpaport-VOKA, sum umboðar privatu fyritøkurnar í havnini.

Kelda: Port of Antwerp/maritimedanmark.dk