* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Arbeiða hart fyri at fremja manningarskifti

Manningar sita framvegis fastar umborð á skipum í stórum parti av heiminum uttan møguleika fyri at verða avloystar. Tí arbeiðir Altjóða Flutningsfelagsskapurin, ITF, hart fyri at skapa møguleikar fyri manningarskifti í ávísum útvaldum havnum, skrivar Maritime Danmark.

 

Hóast fleiri lond so smátt byrja at lata samfeløgini uppaftur, eru landamørk framvegis afturlatin, flogfør standa á jørðini, og manningar hava forboð móti at fara í land.

 

Tí arbeiða ITF, IMO og reiðarafeløg um allan heim við at finna altjóða loysnir, so manningarskifti kunnu fara fram.

 

CO-Søfart skrivar, at India og Gibraltar eru teirra millum, sum í farnu viku gjørdu greiðar reglur fyri, hvussu manningarskifti kunnu fara fram við Covid-19 royndum og líknandi.

 

ITF hevur gjørt eitt samvirkið ella tvívegis heimskort við upplýsingum um avmarkingarnar í hvørjum einstøkum landi í sambandi við koronakreppuna.

 

Kelda: CO-Søfart