* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Arbeiðsloysið millum danskar yvirmenn minkandi

Arbeiðsloysið millum limirnar í felagnum hjá donskum yvirmonnum, Søfartens Ledere, er fallið úr 5 % fyrr í ár til nú 3,8 %.

Í mars fór arbeiðsloysið millum limirnar í Søfartens Ledere upp um 5 %.

Hetta var tað mesta í meiri enn 10 ár, og við útlitum til framhaldandi lá farmagjøld og kreppuna í oljuvinnuni, stúrdu mong fyri, at arbeiðsloysið fór at halda fram við at breiða seg.

– Vit stúrdu fyri, at fleiri av teimum uppsøgdu limunum í t.d. Maersk Supply Service fóru at síggjast í arbeiðsloysishagtølunum í apríl, tá uppsagnartíðir teirra endaðu. Vit hava gjørt alt, vit hava verð ment til tess at hjálpa teimum, og tíbetur sær út til, at fleiri av teimum eru farnir beinleiðis víðari í onnur størv, sigur Peter Friis Jespersen, ráðgevi í Søfartens Ledere.

– Fleiri hava søkt størv undir fremmandaflaggi, og harumframt merkja vit eina lítla hækking í virkseminum innan frálandsvinnuna, leggur hann aftrat.

Maersk Supply Service sendi meira enn 200 yvirmenn til hús fyri einum góðum ári síðani í einum samlaðum uppsagnarumfari, ið rakti umleið 400 sjófólk í frálandsvinnuni. Av teimum hevur meginparturin funnið sær nýtt arbeiði sambært Søfartens Ledere.

Kelda: søfartens ledere