* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Arbeiðsumhvørvi og vælferð hjá sjófólki á einum stað

Handelsflådens Velfærdsråd, Søfartens Bibliotek og Søfartens Arbejdsmiljøråd gjørdust 1. januar ein felagsskapur, SEA HEALTH & WELFARE. Seytjan meðarbeiðarar standa klárir at veita hjálp til starvsfólk og reiðarí til eitt betri arbeiðslív á sjónum.

”Sjóvinnan fer at síggja, at arbeiðsumhvørvi og vælferð er savnað á einum stað. Tá brúk er fyri hjálp til tildømis ein sunnari gerandisdag umborð á skipinum, fáa skip og reiðarí bæði ráð og vegleiðing til samanhangið millum fatigue og kost og sunnar uppskriftir til kabússuna, men fáa eisini boðið tiltøk til at íðka ítrótt á skipinum og møguleika at luttaka í motiónskappingum. Tú skal bara venda tær til eitt stað fyri at fáa hjálp til eitt betri arbeiðslív fyri teg og tínar starvsfelagar. Vit hava savnað øll tilboð og allar serfrøðingar á einum stað", sigur René Andersen, sum er nýggjur stjóri. Hann stendur saman við Irene Olsen sum fakligur leiðari fyri vælferðarøkinum og Vivek Menon, sum er fakligur leiðari fyri arbeiðsumhvørvið, á odda fyri felagsskapinum

Nýggi felagsskapurin leggur dent á, at lívið sum sjófólk hevur broytt seg munandi seinastu áratíggjuni saman við arbeiðsumhvørvinum og vælferðini umborð á skipunum. Internetatgongd er vorðin veruleiki hjá summum skipum, men ikki øllum. 

“Tí arbeiða vit hart fyri at gera loysnir, sum passa til tørvin hjá øllum. Nøkur sjófólk kunnu t.d. hava gagn av at síggja, hvussu tungar vørur skulu lyftast uttan at tyngja kroppin, á Youtube. Onnur hava harafturímóti brúk fyri lesnaði við innihaldi, sum kann lesast og deilast við starvsfelagar á skipum, har internet enn ikki er veruleiki. Sum sjófólk fert tú í framtíðini at fáa eina breiðari viftu av tilboðum og fleiri skræddaraseymaðar loysnir, ið passa til tín tørv á skipinum,” skrivar SEA HEALTH & WELFARE.

Kelda: shw.dk