* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Árið ið fór

Her á ársins næstsíðsta degi er høvi at líta aftur á árið, ið fór.

Nógv er hent hetta seinasta árið. Virksemið í felagnum er økt munandi, eins og limatalið. Nøkur stór mál eru avgreidd og okkara limir hava nú væl betri kunnleika um ymisk viðurskiftir.

Vit skipa nú fyri regluligum "kaffifundum" hvørja viku, har limir hittast til hugnaprát. Vit hava havt fleiri tiltøk, so sum útferðir, tunnusláing og jólaveitslur. Sosiala sambandið millum limirnar er soleiðis økt munandi.

Vit hava fyrr sent út kunningarskriv um tey politisku málini, ið vit saman hava rokkið. Vit fara at hoyra meira um tað í formansfrágreiðingini á komandi aðalfundi, sum ætlandi verður 16. Februar 2013. Vit fara eisini at gera nýggjar vegleiðingar, ið samsvara við nýggju reglurnar á skatta-og pensjónsøkinum.
Men vit kunnu her tríva í høvuðslinjurnar í broytingunum í okkara viðurskiftum.

Skattaviðurskiftini hjá teimum undir §25b eru stabilisera og einfaldgjørd, samstundis sum fleiri forðingar og avmarkingar eru burtur. Sosial gjøld, goldin í útlandinum, kunnu dragast frá føroyska skattinum, galdandi frá 1.januar 2012 og fleiri broytingar koma í gildi 1. januar 2013.

Ivamálini um pensjónsviðurskiftini hjá teimum, sum hava útlendskan arbeiðsgevara og útlendskan pensjónsveitara, eru nú avgreidd afturvirkandi til 1. juli 2012, so skattingin verður framhaldandi við útgjald, heldur enn við inngjald. Hesi kunnu tí varveita sínar pensjónir í útlandinum uttan trupuleikar.
Vit hava eisini fyrr nevnt eitt annað mál, nevniliga broyting í heilsugjaldinum. Antares hevur ikki verið uppi í hesum. Vit hava bara kunnað limirnar um broytingina. Men vit lovaðu at kannað hvussu inngjaldingin fór at vera skipað frameftir. Hvørki Heilsumála ráðið ella Taks kundu svara okkum við fullari vissu.

Men helst verður tað skipað so, at tann fasti parturin av gjaldinum, 160 krónur um mánaðin, verður kravdur inn sum higartil við uppkravi, meðan prosentparturin, 0,55% av skattskyldugu inntøkuni, verður kravdur inn á sama hátt sum AM-gjaldið. Fyri tey flestu av okkum merkir tað helst at vit gjalda hetta saman við skattinum einaferð um árið. Onkur rindar kanska hvønn mánað.

Samanhald gevur styrki, sigst. Hetta er nú sanna í verki. Uttan samanhaldið millum okkara limir, høvdu vit ikki rokki okkara málum, soleiðis sum vit hava gjørt í 2012.

Vit fara hervið at ynskja øllum okkara limum eitt gott og eydnuberandi 2013, við góðari vón um framhaldandi gott samstarv.