
Veðrið skikkaði sær so mikið væl hendan dagin, at tað varð gjørligt hjá Arktisk Kommando at halda 10-ára dagin á dekkinum á Triton, sum lá við bryggju í Nuuk. Eitt tíggju-ár, har Kommandoin hevur verið snúningsásin fyri uppgávuloysnir í Arktis.
Verjuovastin, Flemming Lentfer, undirstrikaði í talu síni, at menningin í Arktis seinasta áratíggju setir stór krøv til Danmark at hava eftirlit við, samstarva og samskipa uppgávuloysnirnar har norðuri:
“Arktis Kommando hevur seinastu 10 árini verið snúningsásin hjá Verjuni í Arktis. Kommandoin hevur millum annað gjørt hernaðarligar uppgávur og bjargingarroyndir og hevur stuðlað løgverjuni á staðnum. Soleiðis kemur Verjan saman við nógvi fólki kring um í Grønlandi og í Føroyum”, sigur Flemming Lentfer, generalur.
“Í Arktisk Kommando eru starvsfólkini týdningarmesta orkan. Tit hava valt at fara fra tryggum kørmum tykkarar at royna kreftir við nýggjum støðum langt heiman, í øðrvísi veðurlagi og mentan. Tað er tykkum fyri at takka, at Arktisk Kommando kann fremja uppgávur sínar, sigur varaleiðarin í Arktisk Kommando.
Kelda: Arktisk Kommando