* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Heilt síðan 1960 hevur Nor-Fishing-sølustevnan verið fyriskipað í Tróndheimi í Noregi. Sølustevnan verður nú aftur um slakar tvær vikur.

Árliga Nor-Fishing-sølustevnan verður um slakar tvær vikur

Ein av afturvendandi og stóru fiskivinnu-sølustevnunum verður í Tróndheimi um slakar tvær vikur. Roknað verður við millum 15- og 20.000 vitjandi teir fýra dagarnar, sølustevnan varir.

                                                                                                                            

“Vit høvdu longu ein bíðilista fyri jól í fjør. Tað sigur nakað um, hvønn týdning Nor-Fishing hevur fyri vinnuna,” sigur Kari Steinsbør, sum er ein av fyrireikarunum.

 

Nor-Fishing hevur heilt síðan 1960 verið eitt týdningarmikið norskt og altjóða tiltak hjá fiskiídnaðinum, og í dag er tað ein av fremstu ráðstevnunum innan fiskivinnutøkni. Seinastu árini hava eini 15.000 fólk vitjað stevnuna úr 50 londum. Her kanst tú síggja og uppliva alt møguligt nýtt innan fiskivinnuna.

 

“Tað vísir seg, at tað framvegis hevur týdning fyri vinnuna at hittast. Tað er hesa stevnuna, fólk tosa um og vilja vera við til, sigur Steinsbø.

 

Um tvey ár kann Nor-Fishing hátíðarhalda 60 ára-dagin.

 

Kelda: Skipsrevyen